Politistøðin verður sett í stand

Politistøðin í Havn verður umvæld í vár, sigur danski løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen Eftir at ein grein í Sosialinum avdúkaði út av lagi vánaliga standin á politistøðini í Havn, setti Høgni Hoydal, fólkatingslimur, herfyri danska løgmálaráðharranum, Brian Mikkelsen, ein fyrispurning um viðurskiftini á politistøðini.

Føroyski fólkatingslimurin spurdi ráðharran, hvørjar viðmerkingar hann hevur til greinina, sum stóð at lesa í Sosialinum tann 31. oktober 2008. Har varð víst á, at bygningurin er gamal og í sera ringum standi.

Eisini fanst formaðurin í føroyska politistafelagnum, Jan Poulsen, í greinini hvassliga at hølisviðurskiftunum á politistøðini.

Í fyrispurninginum heitti Høgni Hoydal á danska ráðharran um at fáa viðurskiftini í rættlag sum skjótast.

Í svarinum, sum nú er komið frá ráðharranum, vísir hann til Ríkispolitiið, sum hevur greitt frá, at ætlanin er fremja umfatandi umvælingar av bygninginum sum skjótast.

Eitt nú verða vindeyguni skift fyrst í 2009, og síðani verður bygningurin sandblástur og málaður til várs.

Harumframt verða høvuðsdyrnar settar í stand, sigur danski løgmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, sum hevur føroysku løgregluna undir sær.