Politistafelagið gevur út bók

Í sambandi við at politistafelagið hevur 50 ára stovningardag ólavsøkudag, gevur felagið út bók, sum kallast "Politi í Føroyum fyrr og nú"

Stefan í Skorini


Hjartvard Eivind Skálagarð hevur skrivað bókina, sum er 550 síður, og hon hevur eini 300 myndir. Tað er Føroya Politistafelag, sum gevur út í samstarvi við Bókadeild Føroya Lærarafelags, og tað er Hestprent, ið stendur fyri umbróting og prentingini.

Hjápt Hjartvardi í arbeiðnum hevur Róland Waag Høgnesen, og Svenning Tausen hevur rættlisið. Nils Jákup Thomsen hevur staðið fyri arbeiðnum á Bókadeildini.

Bókin snýr seg ikki bara um tíðarskeiðið eftir 1950, tá ið felagið varð stovnað. Eisini ber til at lesa um sýslumanssøguna frá landnámstíð til dagin í dag og politisøguna í 100 ár. Upplýsingar um allar politistar í Føroyum frá 1903 til dagin í dag eru eisini at finna í bókini.

Høvuðspersónurin í bókini er Sámal av Krákusteini, sum í 1902 gjørdist 1. polististur í Havn, eftir at politistaliðið á Skansanum frá 1865 varð syndrað. Sámal doyði í 1932. Á tíðindafundinum, tá ið bókin varð avdúkað, vóru tveir abbasynir hjá Sámali á Krákusteini hjástaddir. Teir vóru Sámal og Hassi Kraagesteen, og teir fingu hvør sítt eintak av bókini.


Langtíðarætlan

Tá ið Føroya Politistafelag fyri tíggju árum síðani hevði 40 ára stovningardag, varð gjørt av at geva út bók um politiið í Føroyum, tá ið felagið gjørdist 50 ár. Nú er dagurin so upprunnin, og bókin liggur klár í bókabúðunum. Hon kostar 295 krónur.