Pólland fer aftur at seta í gildi rætt til fosturtøku

Meiriluti í tjóðartinginum vísir aftur roynd at forða viðgerð av máli um at linka strongu lógina um fosturtøku

Eitt abortmótstøðufólk heldur eini plakat av einum fostri undir kravgongu í Warszawa fyri ófødda barninum – áðrenn pólska tjóðartingið tekur stig til at linka landsins strongu fosturtøkulóg. - Foto: Sergei Gapon/Ritzau Scanpix

Evropavinarliga samgogustjórnin í Póllandi kom í gjár ígjøgnum fyri forðingina á vegnum ímóti at linka landsins strongu lóg um fosturtøku.

Talan er um fýra lógaruppskot.

Ein meiriluti í tjóðartinginum hevur víst aftur eini roynd at vísa lógarpakkanum aftur undir fyrstu viðgerð.

Samgongustjórnin kom til valdi í oktober við einum lyfti um at linka aftur strongu fosturtøkulógina.

Fyrrverandi nationalkonservativa stjórnin við flokkinum PiS á odda tók burtur rættin til fosturtøku, uttan tá talan var um blóðskemd ella um lívið hjá mammuni var í vanda. Tað er enn galdandi lóg, til tjóðartingið aftur setur í gildi rættin til fosturtøku, og landsins forseti váttar tað við undirskrift síni.

– Vit halda orð. Tjóðartingið fer víðari við øllum ætlanunum um rættin til fosturtøku, skrivar Donald Tusk, forsætisráðharri, á sosialum miðlum.

Undanfarnar stjórnin legði seg tætt at hugburðinum hjá katólsku kirkjuni, sum søguliga hevur havt stóra ávirkan í landinum. Kirkan er avgjørd ímóti fosturtøku.

/ritzau/AFP

 

Eitt abortmótstøðufólk heldur eini plakat av einum fostri undir kravgongu í Warszawa fyri ófødda barninum – áðrenn pólska tjóðartingið tekur stig til at linka landsins strongu fosturtøkulóg. - Foto: Sergei Gapon/Ritzau Scanpix