30. august til 21. september varð HM-endaspælið í flogbólti hjá monnum avgreitt í Póllandi.
Ígjár eydnaðist tað vertslandinum at vinna HM-finaluna við einum 3-1 sigri á Brasil. Settmunurin varð 18-25, 25-22, 25-23 og 25-22.
Hetta er aðru ferð, at mennirnir hjá Póllandi vinna heimsmeistaraskapið í flogbólti. Mariusz Wlazly hjá Póllandi fekk heiðurin "Most valueable player" í HM-endaspælinum.
Týskland vann bronsumerkini við einum 3-0 sigri á Fraklandi. Settmunurin varð 25-21, 26-24 og 25-23.
Finnland varð einasta norðurlendska umboðið í HM-endaspælinum. Tað eydnaðist finnum at vinna seg úr innleiðandi bólkaspælinum, og í millumumfarið. Finnland endaði á einum heiðurligum 9. plássi í HM-endaspælinum.