Síðan Russland segði upp kornavtaluna, har ukrainskt korn kundi útflytast úr ávísum ukrainskum havnum við Svartahavið, hevur Russland bumbað bæði korngoymslur og havnaløg.

Pólland: - Vit hava ikki broytt meining um kríggið

Varaforsætisráðharrin í Póllandi, Jacek Sasin, vissar um, at landið hevur ikki skift síðu í krígnum í Ukraina, hóast landið nú gevst við at lata Ukraina vápn.

Síðan Russland segði upp kornavtaluna, har ukrainskt korn kundi útflytast úr ávísum ukrainskum havnum við Svartahavið, hevur Russland bumbað bæði korngoymslur og havnaløg.

Almenna fráboðanin hjá Póllandi er, at heldur enn at lata Ukraina fleiri vápn, fer landið at styrkja sina egnu verju við nútímans vápnum.

 

Ukraina og Pólland hava ikki drigið somu línu um ukrainska koruútflutningin, og hetta hevur ført til ávíst stríð og avbjóðingar millum londini.

 

Tað var í gjár, at forsætisráðharrin í Póllandi, Mateusz Morawiecki, segði við pólska miðilin, Polsat News, at landið fer ikki at senda fleiri vápn til Ukraina.

 

Í dag vissar varaforsætisráðharri landsins, Jacek Sasin, um, at Pólland hevur ikki skift síðu í krígnum í Ukraina, hóast vápnasteðgur nú verður. 

 

- Hetta er støðan nú. So fáa vit at síggja, hvussu verður við møguligum vápnaveitingum í framtíðini, sigur Jacek Sasin.

 

Stríðið millum Pólland og Ukraina hevur við útflutningin av ukrainskum korni at gera.

 

Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, hevur sagt, at Pólland kann ikki vera við í nøkrum, sum undirgrevur pólska útflutningin av korni.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tiðindi í dag.

 

 

 

Síðan Russland segði upp kornavtaluna, har ukrainskt korn kundi útflytast úr ávísum ukrainskum havnum við Svartahavið, hevur Russland bumbað bæði korngoymslur og havnaløg.