Pólskir miðlar vilja vita um veðrið

Manslandsliðið:Pólskir miðlar vilja vita, um veðrið er ein avbjóðing í morgin

Mynd: (FSF) Håkan Ericson, Magni Mohr og Eli Hentze

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar og Pólland á Tórsvølli í EM-undankappingini. Tá londini møttust fyri kortum vann Pólland 2-0 við málum frá Roberti Lewandowski. Hann er ikki við hesaferð vegna skaða. Tað er ikki bara tað, sum hugtekur pólskar miðlar. Teir vilja eisini vita, um nógvi vindurin og kalda veðrið er ein fyrimunur fyri Føroyar?

 

- Vit vita ikki enn, um tað er ein fyrimunur fyri okkum, men vit eru ikki keddir av veðrinum. Tú kanst spyrja Turkaland, um tað var ein fyrimunur fyri teir, segði Håkan Ericson við einum brosi og vísti til føroyska sigurin í illveðrið á Turkalandi á Tórsvølli í 2022.

 

Brandur Hendriksson fekk spurningin, um hvat vóru torførastu umstøðurnar hjá einum føroysku liðið at spæla í.

 

- Eg má nokk siga at tað er í hita. Tað er nokk tann størsta avbjóðingin vit hava, tá tað kemur til veðrið. Eg kann ikki koma á ein ávísan landsdyst, men eg minnist onkran liðdyst, sum eg havi spælt í Ísrael. Tá var heitt at spæla, sigur Brandur Hendriksson.

 

Veðrið hevur havt stóran áhuga fyri fjølmiðlafólkini úr Póllandi. Undan tíðindafundinum gjørdi onkur eisini burturúr, at tað var ringt at fáa hurðina upp til Tórsvøll vegna vind. Føroyar og Pólland spæla á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Mynd: (FSF) Håkan Ericson, Magni Mohr og Eli Hentze