Polterabend gjørdist sorgardagur

Ein 37 ára gamal maður ú Kolding, sum skuldi giftast í næstum, fór í sambandi við sín polterabend í dag eina flogferð saman við einum øðrum manni í einum lítlum flogfari. Teir fóru á flog av flogvøllinumí Skrydstrup stutt fyri klokkan eitt, men flogfarið var ikki meiri enn komið uppfrá, tá tað brádliga datt niður.

Tann komandi brúðgómurin og tann 42 ára gamli flogskiparin vórðu alt fyri eitt fluttir á sjúkrahús í Odense við tyrlu, men brúðgómurin var so illa løøstaður, at hann doyði seinnapartin.

Løgreglan dugir ikki at siga, hví flogfarið datt niður, og flogskaðanevndin er á veg til Suðurjyllands at kanna málið.