- Vit fylgja upplegginum allan dystin, og leikarar vísa sera góðan stríðsvilja. Allir góvu seg 200 prosent, og eg vil bara takka spælararunum fyri avrikið.
Hóast triðbesta danska kappingin langt síðan er byrjað, so var Krzysztof Popczynski fyri fyrstu ferð á síðulinjuni hjá Aarhus Fremad í dag, sum vitjaði Brabrand. Tað hevur verið arbeitt við uppihaldsloyvinum seinastu vikurnar, og hetta kom endiliga upp á pláss í morgun. Tí kundi fyrrverandi VB, GÍ og HB-venjarin síggja sínar leikarar frá síðulinjuni.
- Vit skulu serliga venja nógv við framrættaða spælinum. Men tað er ikki bara nakað, sum tú brádliga broytir. Vit hava frálíkan hóp, og hóast teir ikki eru vanir við og møguliga ræðast nýggja uppleggið, so fer tað at ganga okkum væl, slær Krzysztof Popczynski fast í viðtalu við sport8000.dk.
Aarhus Fremad vann 2-0, eftir at tað var málleyst í hálvleikinum. Felagið liggur á sætta plássinum eftir fýra dystir.