Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar eitt ávíst slag av poppkorni, sum skal gerast í mikroovni. Vørurnar verða afturkallaðar tí eitt mjólkaprotein ikki er merkt á mikroovnspoppkorninum.
Pakkin eitur ?COOP Mikrobølgepopcorn med smørsmag?. Nettovektin er 300 gram.
Vandin við vøruni er, at fólk við allergi ella intoleransu fyri mjólk kunnu fáa allergiska reaktión av poppkorninum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki til at lata vøruna aftur til handilin ella beina vøruna burtur.