Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, vil hava at vita, hví Jacob Vestergaard arbeiðir við at flyta umsitingina av Magnusi Heinason og vaktarskipunum til Suðuroyar
Tað var í Sosialinum í dag, at Jacob Vestergaard upplýsti, at hann arbeiðir við at flyta umsitingina av vaktarskipunum og havrannsóknarskipinum til Suðuroyar og at leggja stovnarnar saman við Strandferðslunni.
Men hetta heldur partamaður hansara, Bjarni Djurholm, als ikki vera eitt gott hugskot. Hann fer tí at tingfundinum mikudagin at spyrja Jacob Vestergaard, hvat er orsøkin til, at landsstýrismaðurin arbeiðir við at flyta vaktarskipini og Magnus Heinason til Suðuroyar? Hann fer eisini at spyrja, hvat motiverar til flytingina?
- Er tað ynski um at rationalisera ella bert fyri at flyta virksemi úr Tórshavn í útjaðaran? Er ætlanin við flytingini bara fyrsti partur av átøkum sum stuðla undir politiskar - ella populistiskar avgerðir, sum kunnu syndra stovnar sum annars virka? spyr Bjarni Djurholm.
Løgtingsmaðurin vísir á, at nú tað rekur á kíkin fíggjarliga ræður um at taka avgerðir, sum byggja landið heldur enn bróta niður.
Hann vísir á tíðindini í Sosialinum um, at arbeitt verður m.a. við at flyta stovnar runt landið, har motivatiónin er, at tá Strandferðslan er flutt, so er tað funnið høvi, at lata aðrar maritimar stovnar flyta aftaná.
- Grundgevingin er, at so ber til at proviantera saman, og manningin skal lættari kunna flyta millum skipini. Argumentini mugu so merkja, at manningarnar skulu í mesta mun vera úr sama øki, og at provianteringin somuleiðis skal fyriskipast av veitarum í ávísum umhvørvi. Politikkur, sum annars varð lagdur á hilluna fyri árum síðani, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir á, at sakliga grundgevingin tí tykist í so tunn og ber tí brá av at vera produserað meira fyri at hava eina grundgeving enn at byggja á haldgóðan botn.