Friður fyri seyði
Porkeri: Tað eu nógv, sum illneitast inn á allan seyðin, sum gongur og melur um geilar og tún allan veturin.
Hinvegin hevur seyðurin rætt til vetrarbit oman í mølina og tey eru eisini mong, sum tvíhalda um rættin til hetta vetrarbitið.
Ì Porkeri skal hesin spurningurin nú standa sína roynd.
Á bygdaráðsfundi í Porkeri mánakvøldið, umrøddi bygdaráðið møguleikan f yri at friða bygdina, heilt ella partvís, fyri seyði um veturin.
Men ásannandi, at hetta er eitt sera eymt mál, sum nógv ganga høgt uppí, gjørdi bygdaráðið eisini av, at onki verður gjørt, fyrrenn bygdarfólkið hevði fingið høvi til at siga sína hugsan.
Tí skulu allir porkenningar, sum eru yvir 18 ár og sostatt hava vælrætt, vænta sær bræv frá kommununi fyrsta dagin.
Í brævinum er eitt spurnarblað, har teir verða spurdur, um teir taka undir við, at bygt øki í Porkeri verður friða fyri seyð um veturin, ella um teir eru ímóti tí.
Atkvøðugreiðslan er loynilig og atkvøðuseðlarnir skulu verða bygdaráðnmum aftur í hendi í seinasta lagi á nýggjárinum, 31. desember.
Nógvir møguleikar
Í Porkeri verður ógvuliga nógv gjørt burturúr seyðahaldi og tí ásannaði bygdaráðið eisini, at hetta verður ein trupul spurningur at greiða.
Tí staðfesti bygdaráðið, at talan er bara um eina vegleiðandi kanning, sum bygdaráðið kann hella seg til í eini víðari viðgerð.
Somuleiðis gjørdi bygdaráðið sær eisini greitt, at vísir kanningin, at porkenningar ikki taka undir við at friða bygt øki fyri seyð um veturin, verður heldur onki gjørt.
Her hinvegin meiriluti fyri tí, skal málið takast upp aftur á borgarafundi, har tosast skal um, hvussu málið kann loysast og um, hvussu umfatandi friðingin skal vera.
Møguleikin er at friðingin skal umfata allan bøin. Ein annar møguleiki er, at tað bara verður friðað rundanum húsini, so at seyðurin bara verður beindur burtur av vegnum og burturúr úr túnum og urtagørðum. Ella kann talan verða um eina loysn mitt ímillum.
Á bygdaráðsfundinum var nógv tosað um, hvørjar avleiðingar, ein friðing, sum er ov víttfevnd, kann fáa. Víst varð á, at summi hava seyð- og hoyggjhús við húsini og tey máttu ikki verða forðað í at brúka tey. Eisini varð víst á, at verður friðingin ov víttfevnt, merkir tað eisini, at fólk kunnu ikki brúka sín egna bø til seyð um veturin.
Hinvegin varð eisini víst á, at tað var ikki serliga heppið, at so nógvur seyður gongur og melur á vegnum allan veturin.