Porsche 911 í tveimum nýggjum útgávum

Porsche 911 hevur verið á marknaðinum í meira enn 40 ár. Nú eru tvær nýggjar útgávur komnar á marknaðin. Porsche 911 Carrera og 911 Carrera S. Báðir eru teir tveir super sportsbilar við eini toppferð upp á næstan 300 km/t

Porsche 911 hevur meira enn 40 ár á baki, og hetta er fyrstu ferð síðan 1977, at Porsche koma á marknaðin við tveimum nýggjum 911 samstundis. Talan er um Porsche 911 Carrera við 3,6 litur boxermotori við 325 hk og 911 Carrera S við 3,8 litur boxermotori við 355 hk. Teir koyra frá 0-100 km/t upp á ávikavist 4,8 og 5,0 sek og toppferðin er 285 og 293 km/t.

Porsche 911 Carrera hevur 18" hjól og brúkar dekkstøddina: 235/40ZR-18 framman og 265/40ZR-18 aftan. Carrera S hevur 19" hjól og brúkar dekkstøddina 235/35ZR-19 framman og 295/30ZR-19 aftan.

Báðir bilarnir eru sera framkomnir við einum heilt nýggja 6-tirns girkassa, aktivari fjaðraskipan og koyrieginleikum á sera høgum støði.

Í Danmark kostar 911 Carrera 1,6 mill. krónur og 911 Carrera S 1,8 mill. krónur.