Portugal biður Angola um hjálp

Mangt broytist á mansins ævi. Tað var tann tíð, tá portugisar ráddu fyri borgum í afrikanska landinum Angola, sum tá var portugisiskt hjáland. Men nú er vent í holuni. Portugal er eitt av teimum londunum, sum hava stórar búskapartrupulleikar at dragast við. Harafturímóti gongur tað við rúkandi ferð í Angola, sum væntandi fer 12 prosent búskaparvøkstur næsta ár.

Hesar umstøður hava nú fingið portugisiska forsætisráðharran, Pedro Pasos Coelho, at fara til Angola at biðja fyrrverandi hjálandið gera íløgur í portugisiska búskapin fyri at fáa vent gongdini har. Tey seinastu tíggju árini hevur Angola gjørt íløgur fyri nógvar milliardir krónur í bankar, orkuveiting og telefonkervið í Portugal. Nú vil Portugal hava landið at gera uppaftur meiri.

Tað eru ikki øll í Angola, sum eru líka fegin um, at landið skal brúka so nógvar pengar til íløgur í Portugal. Tey halda tað vera skeivt, at virði verða flutt úr Angola fyri at gera tað liviligari hjá fólki í Portugal.