Alt Portugal er á gosi, nú fótbóltslandsliðið hjá teimum hevur spælt seg í EM-finaluna í endaspælinum, sum er í Portugal í løtuni. Mikukvøldið leikti Portugal hálvfinalu ímóti Hollandi, og heimaliðið vann ein uppibornan 2-1 sigur.
Kundi verið størri
Tað var heimaliðið, sum legði trýst á frá fyrsta bríksli, og hevði Edvin Van der Saar í hollendska málinum havt ein so mikið góðan dag, hevði portugisiski sigurin óivað verið væl størri. Stóri og royndi málverjin úr Fulham spældi ein branddyst, og tað var honum fyri at takka, at hollendsku vónirnar livdu heilt fram til seinasta bríkslið í dystinum.
Eftir at tað fleiri ferðir hevði leikað hart á framman hollendska málinum, eydnaðist tað Portugal at fáa sett hol á, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. Vertirnir fingu hornaspark í vinstru síðu, og tað sendi spælskiparin, Deco, væl innfyri. Heilt inni við málteigin slapp ungi Manchester United-leikarin, Christiano Ronaldo, púra ótarnaður at skalla bóltin í mál, uttan at Van der Saar hevði nakran møguleika at verja fyri.
Størsta stjørnan á portugisiska liðnum, liðskiparin Luis Figo, hevur ikki verið serliga sannførandi higartil í EM-endaspælinum, men í hálvfinaluni mikukvøldið vísti Figo, at hann veruliga telist millum heimsins bestu leikarar. Ferð aftaná ferð snýtti hann hollendskar verjuleikarar, og bert óhepni forðaði honum í at koma á máltalvuna, tá ið hann í fyrra hálvleiki sendi eitt gott skot á stólpan. Neyðars Giovanni van Bronckhorst á vinstra bakki hjá Hollandi hevði úr at gera við at renna eftir portugisiska veteraninum.
Í steðginum valdu hollendingar at seta Roy Makaay á vøllin í staðin fyri Marc Overmars. Hetta var gjørt í eini roynd at styrkja álopspartin, tí Ruud van Nistelrooy hevði verið rættuliga einsamallur heilt har frammi hjá hollendingunum.
Ein perla
Í seinna hálvleiki økti Portugal um leiðsluna, og aftur hesaferð kom málið eftir eitt hornaspark, sum bleiv tikið stutt til Maniche. Miðvallarin, ið er uppkallaður eftir dananum, Michael Manniche, sum eitt skifti spældi í portugisiska felagnum Benfica, sendi úr spískum eitt framúrskarandi skot, sum brast í handara stólpa, áðrenn bólturin fór í málið. Rómurin á Jose Alvalade leikvøllinum var øgiligur, og hollendingarnir tóktust missa vónina.
Tað gekk tó ikki long tíð, so kveiktist hollendska vónin aftur, tí Holland fekk minkað um munin. Portugisiska verjan hevði allan dystin eitt sera vakið eyga við vandamikla Ruud van Nistelrooy, og hvørja ferð ein bóltur bleiv sendur inn ímóti hollendska Manchester United-áleyparanum, var roynt at fáa bóltin burtur beinanvegin, men tí einu ferðina gekk galið. Verjuleikarin, Jorge Andrade, sum annars hevði leikt fullkomiliga feilfrítt inntil tá, strekti beinið út eftir einum innleggi, men tíverri fyri Andrade og Portugal lobbaði Andrade bóltin upp um málverjan, Ricardo, ið var á veg út, og so var bert tað eina málið á muni.
Hollendskt trýst
Eftir hollendska málið flutti spælið seg niðan ímóti portugisiska málinum, men tað gekk ógvuliga striltið hjá Hollandi at koma til veruligar málmøguleikar. Hollendski venjarin, Dick Advocaat, sendi unga Rafael van der Vart á vøllin fyri at styrkja álopspartin, og seinni kom royndi áleyparin, Pierre van Hoijdonk, inn í einari síðstu roynd at fáa útjavnandi málið. Tað eydnaðist tó ikki Hollandi at javna, og tað er tað einki at siga til, tí Portugal var tað betra liðið, sum allan dystin hevði sýnt meiri ágrýtni enn hollendingarnir.
Av tí at Holland seinastu løtuna av dystinum sendi alt sítt fólk fram, gjørdist tað ógvuliga tunt í verjupartinum, og Portugal hevði onkran risamøguleika, sum teir áttu at gagnnýtt eitt sindur betur, men tá ið samanum kemur, kann tað gera tað sama, tí vertslandið Portugal hevur spælt seg í EM-finaluna, sum verður leikt sunnudagin. Hvørjum Portugal skal dystast við um Evropameistaraheitið sunnudagin, var avgjørt hóskvøldið, tá ið Kekkia og Grikkaland spæla sína hálvfinalu.
Portugal-Holland 2-1(1-0)
1-0 Christiano Ronaldo 26.
2-0 Maniche 58.
2-1 Sjálvmál (Andrade) 63.