Portugal er til reiðar

Matematiskt kann tað framvegis kiksað, men sannlíkindini fyri portugisiskari luttøku í 1/4-finaluni er nú heilt nær teimum 100%.

Kekkia beit annars væl frá sær í dag. Deco kundi tíðliga í dystinum hálvgum tackla Portugal framum, men tað gekk tó ikki long tíð, fyrr enn Kekkia javnaði eftir hornaspark.

Eftir steðgin tók tað sína tíð, men lítlan hálvan tíma fyri leiklok skoraði maðurin, sum helst verður tann besti í heiminum í ár. Tað bar við sær, at Kekkia royndi at trýsta seinastu løtuna, og onkra tíð var eisini nær við. Men tá klokkan fór um teir 90 minuttirnar, kontraðu Ronaldo og Portugal, og tá Ronaldo rullaði til púra blanka Quaresma, kundi hesin róliga staðfesta sigurin.

 

Kekkia-Portugal 1-3

0-1: Deco, 8.

1-1: Libor Sionko, 17.

1-2: Cristiano Ronaldo, 63.

1-3: Ricardo Quaresma, 90.