Fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum samtyktu í gjár at lata Portugal ein hjálparpakka við 78 milliardum evrum ella 582 milliardum krónum. Pengarnir verða veittir landinum í einum trý ára skeiði.
Portugisiski fíggjarmálaráðharrin, Fernando Teixeira dos Santos, sigur, at portugisiski ríkiskassin skal rinda 5,1 prosent í meðal í rentu av láninum, sum er frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Reuters skrivar, at tey fyrstu trý árini verður rentan 5,0 prosent og síðani 5,2 prosent.
Í tí fyrsta partinum av hjálparpakkanum, sum Portugal fær síðst í hesum mánaðinum ella fyrst í næsta mánað, eru 135 milliardir krónur.