Fagnaðurin var stórur á heimsstjørnuni, Cristiano Ronaldo og liðfeløgum hansara, tá tað eydnaðist Portugal at vinna ein harðvunnan 1-0 sigur á einum sterkum kroatiskum liði í EM-áttandapartsfinaluni í gjárakvøldi. Sigursmálið fall ikki fyrrenn í 118. minutti - 28 minuttir inni í longdu leiktíðini - tá Ricardo Quaresma tryggjaði Portugal eitt pláss í fjórðingsfinalunum, har Pólland bíðar teimum hóskvøldið klokkan 20.
Við sigrinum setti Portugal eisini eitt serligt met. Portugal er tað einasti evropeiska fótbóltslandsliðið, sum hevur megnað at vunnið seg í allar fjórðingsfinalurnar í EM-endaspølunum, sum hava verið síðani 1996. Í 1996 rakk Portugal fjórðingsfinaluni, í 2000 rukku teir hálvfinaluni, í 2004 taptu teir finaluna á heimavølli ímóti Grikkalandi, í 2008 rukku teir fjórðingsfinaluni, og í 2012 rukku teir hálvfinaluni.
Áðrenn 1996 vóru ongar fjórðingsfinalur. Árini 1980 til 1992 tóku bert átta lið lut í EM-endaspælinum. Tá vóru bert hálvfinalur og finala. Árini 1960 til 1976 tóku bert fýra lond lut í EM-endaspælinum, so EM er nógv vaksið í vavið.
Fram til 1980 var ein bronsudystur spældur, men hesin dysturin var avskaffaður til EM-endaspælið í 1984, og fáur, fyri ikki at siga eingin hevur saknað hendan dystin, sum ber orð fyri at verða ein hin mest ómotiveraði dysturin, sum til ber at spæla. Copa America hevur tó hildið fast við bronsudystin, og í HM-endaspølum er hann framvegis á skránni.