Positiv viðgerð

Uppskotið til samtyktar um at broyta tryggingarlógina, so fakfeløgini sleppa at skipa samhaldsfastar eftirlønargrunnar fekk positiva viðgerð í tinginum týsdagin

 

Eftirløn

Tað er positivt, at allir teir fýra flokkarnair, haðani tingmenn hava lagt uppskotið fram, taka undir við tí, sigur uppskotsstillarin, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum. Eisini Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru positivir undir viðgerðini.

Tingmenn úr Javnaðar- Sambands- Tjóðveldis- og Miðflokkinum hava lagt uppskotið fyri tingið. Uppskotið er til samtyktar, sum merkir, at tað er ein áheitan á landsstýrismannin við vinnumálum um at broyta lógina um tryggingarvirksemi soleiðis, at hon gevur loyvi til, at fakfeløgini sleppa at skipa samhaldsfastar eftirlønargrunnar til limir sínar.

Havnar Arbeiðsmannafelag hevur havt ein slíkan grunn í fleiri ár, men lógarbroyting hevur gjørt, at í dag er bert loyvt at hava persónligar eftirlønartryggingar. Hetta vilja teir fýra tingmenninir nú hava broytt aftur, so gamla skipanin aftur kann setast í gildi.


Góðar vónir

Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum legði uppskotið fyri tingið, sigur, at hann hevði sjálvandi væntað, at teir fýra tingmenninir, sum løgdu navn til uppskotið, fóru at bakka tað upp í tinginum. Men tað vísir seg eisini, at flokkarnir sum so, ið teir umboða, taka eisini undir við tí. Og tað er gleðiligt, sigur hann.

Eisini vóru framsøgufólk Fólkafloksins og Sjálvstýrisfloksins sera positiv í teirra viðgerð av málinum, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur tað boða frá góðum. So í veruleikanum siga allir flokkar á tingi, at tað eigur at bera til at broyta lógina, sum skotið verður upp, heldur Hans Pauli Strøm.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum var einki fyri uppskotinum soleiðis. Tað er hann, heitt verður á um at fáa broytt lóggávuna, so eftirlønargrunnarnir gera møguligir.

Hans Pauli Strøm heldur tað vera løgið av landstýrismanninum at reagera soleðis, tá øll hini, sum høvdu orðið, hildu tað vera eitt gott hugskot. Og serliga tá fleiri av feløgunum, sum uppskotið er ætlað at hjálpa, siga, at tað er júst soleiðis, tey vilja hava skipanina, meðan landsstýrismaðurin bara sigur, at hatta ber als ikki til.

Tað, sum Hans Pauli Strøm fýlist á í viðgerðini hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, er, at hann alla tíðina bara argumenterar fyri lógini, sum hon er í dag og sigur, at sambært henni ber tað als ikki til at gera hesar grunnarnar.

?Tað vita vit væl, sigur Hans Pauli Strøm. Og tað er júst tí, vit hava lagt uppskotið fram. Fyri at kunna broyta lógina, sum er, so grunnarnir gerast møguligir. Men tað hevur Bjarni Djurholm ikki skilt ella vil ikki skilja, heldur hann.


Ivaðust um uppskot

Ein spurningur, sum varð nógv viðgjørdur, áðrenn uppskotið til samtyktar varð lagt fyri tingið, sigur Hans Pauli Strøm, var um teir skuldu leggja eitt fullfíggjað lógaruppskot fram.

Men teir fýra tingmenninir, sum løgdu uppskotið fram, hildu tað vera lættari at koma við hesum uppskotinum, sum heitir á landsstýrismannin um at broyta verandi lóg heldur enn at gera eina heilt nýggja lóg um eftirlønargrunnar.

Hetta uppskotið, sum nú er lagt fram, er nógv lættari og einfaldari at viðgera, sigur hann, tí nú ber til bara at gera eitt ískoyti til lógina um tryggingarvirksemi. Eitt ískoyti, sum vanligt er í flestu lógum, men sum hendan hevur manglað.

Varð hin loysnin vald, skuldu teir gjørt eitt fullfíggjað lógaruppskot, sum krevur rættiliga nógv arbeiði. Og tann førleikan halda teir seg ikki hava og hava heldur ikki umsiting til tess. Men tað hevur landsstýrismaðurin aftur í móti við tí serkøna starvsfólki, sum er í stýrinum og júst fæst við lógarsmíð, sigur Hans Pauli Strøm.

Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, sigur, at hann hevði í grundini væntað, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ikki fór at taka undir við uppskotinum.

Men hinvegin eru tað løgtingsmenn, sum hava avgerðirnar, og teir vóru positivir undir tingviðgerðini av málinum, so vónir eru fyri, at tað fer at verða samtykt, væntar Hans Pauli Strøm, uppskotsstillari.

Málið varð eftir fyrstu viðgerð beint í Vinnunevndina.