Posta nýggjar leiðarar

Posta hevur sett tveir nýggjar leiðarar í starv innanfyri farmaflutning og koyring. Talan er um Jóhann Valbjørn Ólafsson, ið er settur sum leiðari fyri farmadeildina og Tórhall Thomsen (mynd), sum skal leiða koyring og bilar hjá Posta.

Tórhallur kemur úr starvi sum leiðari á MEST í Runavík. Hann hevur drúgvar royndir við flutningi á landi og sjógvi. Áðrenn hann byrjaði hjá MEST, var hann í nógv ár stjóri á flutningsfyritøkuni HT Transport, sum Tórhallur átti saman við pápa sínum, Hera Thomsen. Tórhallur hevur verið leiðari fyri allari koyring hjá Faroe Ship og havt um hendi vørutryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Johann Valbjørn er íslendingur, men er gamal í garði í Føroyum. Í nítiárunum var hann í sjey ár stjóri hjá p/f Eimskip í Føroyum. Hann hevur eisini verið stjóri hjá Eimskip í Ný Foundlandi og hevur havt leiðandi størv í Baltalondunum og Russlandi.

- Talan er sostatt um fólk, sum hava drúgvar royndir bæði á flutningsøkinum og í ovastu leiðslu í føroyska vinnulívinum. Posta er størsta føroyska flutningsfyritøkan innan frakt og bjóðar flutning loftvegis og eftir sjógvi og landi, sigur Posta í tíðindaskrivi í morgun.