Eini hundrað fólk møttu til fundin, har umboð fyri Posverk Føroya eisini vóru við. Í Kvívíkar sókn búgva umleið 5-600 fólk. Tey eru sera misnøgd við at posthúsini eru niðurløgd, og við at tey skulu nýta posthúsið í Kollafirði í staðin. Í sóknini búgva nógv fólk sum ikki hava bil, serliga eldri fólk. Um tey skulu nýta bussrutuna, tekur tað teimum fýra tímar at koyra til Kollafjarðar at gera síni ørindir á posthúsinum. Eisini Sparikassin, sum heldur til í somu húsum sum posthúsið í Kvíkvík er næstan afturlatin, har er bert opið hósdag frá kl. 15-18. Tað sum fundarfólkið ynskti var at fáa posthúsið latið upp aftur ella at fáa eina landpostrutu, har fólkini í sóknini kunnu avgreiða síni postviðurskifti við postboðið. Eisini var eitt uppskot um at havt ein postbanka, har fólk kundu avgreitt síni post og bankaørindi á einum staði. Soffi Egholm sigur, at tað sum nú kemur at henda er tað at tey fara at savna inn undirskriftir, har tey krevja at posthúsið verður latið upp aftur, ella at tey fáa eina landpostrutu. Undirskriftirnar skulu handast løgmanni. Soffi Egholm sigur, at hon undrast á, at Postverk Føroya enn er bundið av einum sáttmála, ið teir arvaðu, tá postverkið var yvitikið í 1976. Hetta er ein knútur, sum bert politikkarnir kunnu loysa, tí Postverkið er bundið á hendur og føtur. Teir kunnu ikki gera annað enn at niðurleggja posthús o.l.sigur Soffi Egholm. Soffi er úr Leynum, hon hevur búð í Danmark í 28 ár. Hon hevur sitið í Viborg Amtsråd í 17 ár. Hon hevur eisini verið upstillað til fólkatingið. Soffi flutti heim aftur til Leynar í fjør.