Posthúsið opið ólavsøkuaftan

Aftur í ár kunnu føroyingar, sum bíða eftir at fáa svar upp á umsókn teirra til danskar lærustovnar, fara á posthúsið á Óðinshædd ólavsøkuaftan eftir brøvunum Á hvørjum ári um ólavsøkutíð vænta føroyskir studentar og onnur at fáa svar uppá umsókn sína til donsk fróðskaparsetur.

Postverkið roknar við, at svarbrøvini koma til Føroya við flogfarinum ólavsøkuaftan. Tað er stórur gravgangur eftir hesum brøvum, tí brøvini skulu svarast straks. Fróðskaparsetrini skulu hava svar frá umsøkjarunum seinast um morgunin 1. august, so her er lítil tíð at geva út. Tey lesandi eru tí í stórari tíðarneyð fyri at kunna svara.

So Postverkið hevur tí aftur í ár av sínum eintingum biðið nøkur starvsfólk til arbeiðis ólavsøkuaftan á posthúsinum á Óðinshædd 2 í Tórshavn, har tey fara at royna at útflýggja brøvini millum kl. 13.00 og 15.00.

Henda løtan, tá brøvini verða heintaði, eru ógvuliga spennandi og til tíðir kensluborin. Summi teirra fara grátandi avstað aftur, tí tey fingu noktandi svar, meðan onnur eru ovurfegin tí tey eru sloppin inn.

Postverkið heitir á fólk um at hava gott samleikaprógv og møguliga fúlltrú við sær.