Tænasta
Postverkið bjóðaði frá 5. september viðskiftarfólkum sínum eina betri pakkatænastu. Talan er um at viðskiftarfólk nú á alnetinum kunnu fylgja við, nær og hvar teirra postpakkar verða avgreiddir frá tí, teir verða latnir inn á posthúsini, til teir verða útflýggjaðir móttakaranum.
Frammanundan hevur tað á netinum borið til at fylgt við pakkum, sum verða sendir av landinum og koma frá útheiminum til Føroya. Nú er so eisini møguligt at fylgja innlendis pakkunum.
Postverkið hevur gjørt eitt nýtt fylgiblað, sum samstundis er eyðmerkið fyri einstaka pakkan.
Upplýsingar um pakkan finnast lætt á alnetinum við at fara inn á heimasíðuna hjá postverkinum www.postur.fo og síðan skriva pakkanummarið inn í teigin "Finn pakkan" og trýsta á "Leita".
Fylgjandi skrásetingar frá pakkum kunnu lesast á heimasíðuni:
- Innlatingardagur (dagfesting, klokkutíð og navn á sendiposthúsi)
- Komudagur (dagfesting, klokkutíð og navn á móttøkuposthúsi)
- Útflýggingardagur (dagfesting, klokkutíð og navn á flýggingarposthúsi)
Frá nýggja fylgiblaðnum (fremsta blaðið á oyðubløðunum) fæst frá posthúsinum kvittan fyri at pakkin er latin inn. Á kvittanini sæst pakkanummarið - eyðmerkið fyri pakkan.