Postur í Føroyum í hálvaaðru øld

– Í 150 ár hava allir føroyingar verið okkara viðskiftafólk, og tað ynskir Posta at hátíðarhalda saman við føroyingum.

Soleiðis skrivar Posta, sum fríggjadagin fer at hátíðhalda, at 150 ár eru síðani fyrstu lóg um postviðurskifti í Føroyum.

 

Í 1871 varð fyri fyrstu ferð ein lóg um postviðurskifti, ið umfataði Føroyar sett í verk. Lógin merkti, at postútberingin til føroyingar fyri fyrsti ferð varð skipað og reglulig.

 

Í ár eru tað samstundis 45 ár síðan, at postverkið kom á føroyskar hendur. Virksemið er nógv hesi gjøgnum árini, og leikluturin í samfelagnum er framvegis stórur.

 

– Gjøgnum tíðina hevur posturin havt ein týðandi leiklut í samfelagnum. Í dag flytur Posta alskyns sendingar, stórar sum lítlar, til føroyingar kring landið, til fyritøkur og til stovnar. Posta væntar eina hugnaliga móttøku saman við teimum, sum koma at hátíðarhalda við okkum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri. 

 

Posta bjóðar viðskiftafólkum og samstarvsfeløgum til almenna móttøku fríggjadagin 24. september klokkan 15 á Posta, Óðinshædd 2.

 

– Á degnum bjóða vit tónleik við Lenu & Niclas umframt hugleiðingar frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni og Karini Kjølbro, fyrrverandi løgtingskvinnu, skrivar Posta.