Postverkið er politiskt punkterað

Sambært landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri Posverkinum, er líkt til, at ætlanin um at dagføra Postverkið er punkterað av Tjóðveldisflokkinum

 

Sambært landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri Posverkinum, er líkt til, at ætlanin um at dagføra Postverkið er punkterað av Tjóðveldisflokkinum


Postverkið

John Johannessen


Politiskt skuggaspæl frá Tjóðveldisflokkinum er sambært landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, allarhelst orsøkin til, at Postverkið ikki verður dagført.

? í november í fjør var Vinnumálastýrið nærum komið á mál við eini ætlan um, hvussu Postverkið skuldi dagførast. Men av ávísum orsøkum, ið eg haldi vera politiskar, datt ætlanin niðurfyri, sigur Bjarni Djurholm.


Næstan á mál

Sosialurin skilir, at Bjarni Djurholm sipar til nakrar fundir millum Vinnumálastýrið og limirnar í Postfelagnum um eina skiftisskipan fyri starvsfólkini innan Postverkið, ið skuldi koma í gildi, tá stovnurin varð dagførdur.

Á hesum fundum vóru Postfelagið og Vinnumálastýrið komin ásamt um, at Postfelagið skuldi taka undir við eini dagføring, um limirnir afturfyri fingu eina fyritíðarpensjón, eftirútbúgving í skiftistíðarskeiðnum lutvíst við løn, møguleika fyri starvi í øðrum almennum stovni og persónliga førleikan skrivliga staðfestan.

Men, sum vit skilja á landsstýrismanninum í Vinnumálum var eftir øllum at døma nógv samskifti millum Postfelagið og Tjóðveldisflokkin, meðan hesar samráðingar fóru fram. Og var hetta samskiftið beinleiðis orsøkin til, at einki spurdist burturúr.

? Vit vóru til reiðar at nýta tíggju milliónir krónur til skiftisskipanina. Men av einari ella aðrari politiskari orsøk, fór alt í vaskið, harmast Bjarni Djurholm.


10 mió til Tórbjørn og Helenu

Hetta gjørdi, at Bjarni Djurholm legði málið um Postverkið fyri aftur landsstýrisfund. Har fekk hann grønt ljós fyri at gera eitt lógaruppskot, um at Postverkið millum annað skuldi skipast um til partafelag.

Afturfyri skuldu tær tíggju milliónirnar til skiftisskipan í komandi fíggjarlóg fara til Mentamálastýrið hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, og Almanna- og Heilsumálastýrið hjá táverandi landsstýriskvinnuni, Helenu Dam á Neystabø. Fingu tey milliónirnar, slapp Bjarni Djurholm at gera næstan, sum hann vildi við Postverkinum, var semjan í Tinganesi.


Súltað av Tjóðveldisflokkinum

Bjarni Djurholm legði tí í januar uppskot fyri tingið um framtíðina hjá Postverkinum. Men fyri góðum tveimum vikum síðani var tingsetan av, og uppskotið hjá Bjarna Djurholm kom aldri longur enn til fyrstu viðgerð.

Uppskotið varð eftir fyrstu viðgerð 1. februar 2001 beint í Vinnunevndina. Og síðani er ikki meira hent.

? Hetta gevur mær orsøk til at halda, at semjan er politiskt spolerað. Uppskotið er súltað í Vinnunevndini, har Heini O. Heinesen, formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins millum annað situr, sigur Bjarni Djurholm.


Einki kappingarføri

Avleiðingarnar av øllum hesum heldur Bjarni Djurholm vera sera óhepnar. Tí eftir hansara tykki er tað nú greitt, at vit framhaldandi fáa eitt Postverk, ið als ikki er kappingarført, og sum hevur eitt lágt tænastustøði.

? Postverksstjórin má nú leggja fíggjarætlanina soleiðis til rættis, at alt hongur saman. Og tað fer at merkja uppsagnir og vánaligt tænastustøði, ger Bjarni Djurholm greitt.