Postverkið má spara meira

Postverk Føroya hevði eitt hall á 2,5 milliónir krónur í 2008. Trýst er framvegis á inntøkunum, og tí má sparast í 2009 og 2010 stendur í ársfrágreiðingini Hallið á 2,5 milliónir krónur í 2008 er 280.000 krónur størri enn í 2007, tá ársúrslitið var góðar 2,2 milliónir krónur.

Hetta gongur fram av nýggjasta ársroknskapinum hjá Postverk Føroya, ið var lagdur fram í dag.

Útlitini fyri komandi ár eru samstundis eisini døpur - fyri starvsfólkini í øllum førum.

Í ársfrágreiðingini stendur, at felagið er trýst av minkandi brævanøgdum og herdari kappingarstøðu innan útbering og farm.

Harumframt er filatelimarknaðurin í støðugari

minking, eins og pakkavirksemið er darvað av truplu tollmannagongdunum.

Tilsamans væntast inntøkurnar framhaldandi at vera undir trýsti.

Samlaða kostnaðarstøðið skal tí minka í 2009 í mun til 2008, stendur í ársfrágreiðingini.

Minkingin í kostnaðarstøðinum verður við neyðugum sparitiltøkum, sum ætlanin er at fremja í 2009 og 2010.

Ætlanin er til dømis at tillaga upp- og afturlatingartíðirnar á posthúsunum til kurértænastuna.

Við hesum sparitiltøkum væntar Postverk Føroya at rakstrarúrslitið í 2009 verður betri enn í 2008.

Hóast hallið er nevndin bjartskygd um framtíðina.

Hon sigur, at búskapargongdin í samfelagnum í 2008 er ikki farin framvið felagnum, og at hóast fallandi umsetning í 2008 og at sáttmálalønirnar fóru upp, so hevur raksturin ikki verið so nógv merktur av hesum.

Endaliga úrslitið fyri árið 2008 bendir á, at felagið er á rættari kós. Hetta gevur okkum góðar vónir fyri komandi árini, sigur nevndin í ársfrágreiðingini.