Landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Ivan Johannesen, hevur í dag sett Berg í Garði í starv sum postverkstjóra. Hann tekur við starvinum innan 1. juni 1998.
Bergur er 41 ára gamal og útbúgvin cand. polit.
Frá 1985 til 1997 hevur Bergur arbeitt í Føroya Banka - flestu árini sum leiðari og undirstjóri. Hann stóð fyri tí praktiska partinum av arbeiðinum við samanleggingini av P/f Sjóvinnubankanum og P/f Føroya Banka og hevur annars havt fleiri álitisstørv hesi árini.
Postverk Føroya er stovnur undir Samskiftisdeildini í Vinnumálastýrinum, og skal m.a.:
? nøkta landsins tørv á postflutningi innanoyggja og millum Føroyar og útheimin,
? vera tænastuveitandi stovnur og skal verða rikin út frá handilsligum sjónarmiðum, tá ið tað er gjørligt
? laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær at víðka virksemið, tá ið viðurskiftini annars tala fyri hesum.
Postverk Føroya er millum tær størstu fyritøkurnar í landinum við gott 400 starvsfólkum og rakstrarætlan sum javnvigar við 90 mió. kr.
Nýggi stjórin kemur at hava ábyrgdina av at menna og tillaga Postverkið til broytingarnar á postøkinum. Broytingar sum fyri Postverk Føroya fara at hava við sær krøv til økt kappingarføri, nýggjan bygnað, fleiri tænastur, lægri takstir o.a.