Poul

Hósnáttina 1. mei andaðist Poul Justinussen í Klaksvík, 84 ára gamal.

Poul var føddur í Svínoy 20. mei 1918 og var miðlingasonur Anniku úr Yvirstovu og Olivur, bónda Uppi í Húsi. Hinir báðir synirnar hjá Anniku og Olivuri vóru Jutt, sum er føddur í 1916 og býr í Svínoy, og Karl, føddur í 1920 og deyður í 1972. Jutt tók við festinum Uppi í Húsi og seinni eisini við festinum í Yvirstovu. Hann giftist við Petru úr Svínoy, sum doyði stutt fyri jól í fjør. Karl varð lærari í Svínoy í mong ár. Hann giftist við Turið, sum er úr Kunoy.
Olivur doyði ungur av sjúku. Poul var ikki meira enn 6 ár, tá hann misti pápan.
Poul var sjómaður øll síni bestu ár. Hann var ikki rættiliga komin til mans, tá hann fór at rógva út við opnum báti saman við øðrum svínoyingum. Seinni fór hann til skips við Polo, sum mammubeiggin Símun hjá Póli førdi og átti saman við Kjølbro.
Saman við øðrum keypti Poul í 1946 Fuglberg úr Danmark, og henda stóra bátin átti hann og førdi í so mong ár, at í Klaksvík varð hann ikki kallaður annað enn Poul á Fuglberg.
Heimferðin úr Danmark við Fuglberg er tiltikin. Teir komu í januar mánað 1947, og ferðin gjørdist sera ring. Teir komu í ódnarveður, fingu ein øgiligan sjógv, og báturin vann ikki upp fyri holvingina, men gleið eftir hekkuni niður aftureftir, holvdist í hjólingini og reisti seg uppaftur á rættkjøl. Við øðrum orðum: báturin fór runt. Teir róku nú í ódnarveðrinum, til trolarin Norðbúgvin kom fram á teir 170 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Teir komu á Klaksvík 12 dagar eftir, at teir vóru farnir úr Danmark.
Poul á Fuglberg førdi stóra veiðu til lands. Hann gjørdi serliga nógv við at veiða upsa við snellu og var rokskipari í hesi veiðu.
Í seinnu helvt av fimtiárunum yvirtók Poul allan ognarrættin til Fuglberg. Í 1971 keypti hann eisini Soli deo Gloria og hevði so tveir bátar. Hann seldi Fuglberg í 1983 og Áarberg, sum hann kallaði hin bátin, í 1985.
Í 1947 giftist Poul við Elisabeth, kallað Betti, Højgaard úr Rituvík, og tey búsettust í Klaksvík. Hon var lærarinda í Klaksvíkar Skúla í mong ár.
Friður verið við minninum um systkinabarnið og gubban.

Ása Justinussen