Poul Andrias Joensen 50 ár

Mikudagin 10. september 2003 fylti stjórin hjá IRF í Leirvík, Poul Andrias Joensen, 50 ár.

Poul Andrias er leirvíkingur, sonur Kristinu, f. Øregaard, og Helga Joensen.
Hann lærdi til skipsbyggjara á Skála Skipasmiðju, gekk á masinmeistaraskúla í Havn og tók víðkað maskinmeistaraprógv í Danmark. Síðan sigldi hann sum maskinmeistari, til hann fekk starv sum maskinmaður hjá SEV á Sundi. Hann hevur arbeitt á brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík frá byrjan í 1989, fyrst sum tekniskur leiðari og sum stjóri frá 1992.
Poul Andrias er giftur við Ásu Hanusson úr Havn. Hann eigur fýra børn.
Hann er limur í bygdaráðnum í Leirvík og formaður í teknisku nevnd. Eisini er hann nevndarlimur í Føroya Kommunufelag