Poul Færø talar í Århus

Odense er ein eitt sindur løgin býur, tí ikki alt sær út, sum tað er. Hann verður skýrdur ævintýrbýurin, og citrónin verður eisini pressað meir enn gott er við H. C. Andersen nøvnum bæði her og har. Ævintýrfigurarnir hjá honum eru eisini so at siga á hvørjum plássi. Men undir skræðuni er ikki nógv ævintýr nógvastaðni, tí býurin hevur met í kriminaliteti og av fólki, sum doyggja av narko. Her verður nógv spælt um pening ólógliga og nógvar okkultar og nýreligiøsar rørslur hava havt og hava sína gongd her.

Í søguni hava nakrar vekingar verið í nánd her av Óðinsstaði; men eingin er komin heilt framat. Tað kann vera, at heiðna navnið fjøtrar býin.

Tað er ikki tann stóri túsundtals skarin, sum játtar trúgv á Harran Jesus Kristus; men nøkur hundrað hava hvørki boygt knæ fyri Óðini ella Baal, og tað er gleðiligt, at so gott samfelag er ímillum fólk úr fólka- og fríkirkjum.

Í góð 17 ár hava vit havt føroyskt evangeliskt virki her í Óðinsstaði, Skýlið kallað. Vit vilja gjarna vera eitt skjól fyri fólk, sum koma hendavegin at útbúgva seg. Ein vernd ímóti ágangi frá hesum og hasum undir skræðuni.

Vit hava hesi ár havt bíbliutímar og kristiligar fundir ? mest í Odense men eisini aðrastaðni á Fjóni.

Hóskvøldið 18. mai kl. 19 hava vit aftur fund ? hesaferð við Poul Færø. Øll eru hjartaliga vælkomin ? eisini til drekkamunnin aftaná. Fundurin verður í missiónshúsunum hjá Luthersk Mission, Vesterbro 9 B, mitt í Odense.