Poul gevur Eyðuni eitt varskó

Dagin undan landsliðsúttøkuni skoraði Poul Kallsberg hattrikk, tá ið víkingarnir við 3-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy lyftu seg fram á fjórða plássið

Smátt um smátt fer tað at líkjast hjá meistarunum í Víkingi. Eftir lakan fyrsta triðing hevur tað síðstu vikurnar verið styttri millum sigrarnar og stigini, og í dag lyfti Víkingur seg við 3-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy fram á fjórða plássið. NSÍ hevur saman við B36 17 stig, men málmunurin hjá Víkingi er eitt vet betri.

 

Í fjør var Poul Kallsberg toppskjútti hjá Víkingi við 12 málum. Undan dagsins dysti hevði hann higartil í ár skorað eitt mál. Tí hevur spurningur verið settur við, hvussu tað fer at vera í morgin, tá ið Eyðun Klakstein landsliðsvenjari fer at úttaka landsliðið. Poul Kallsberg var í mars við á túrinum í Kekkia og Montenegro, har hann alla tíðina sat á beinkinum.

 

Í dag minti Poul Kallsberg av álvara landsliðsvenjaran á, at hann framvegis hevur máltev. Poul Kallsberg var fremsti maður á miðvøllinum hjá Víkingi, og hann skoraði hattrikk. Ein hálvur tími var farin, tá ið hann eftir upplegg úr høgru frá Sølva Vatnhamar, sum aftur í dag var sentralur verjukendur miðvallari, skoraði til 1-0 við skoti upp í nettakið, og beinanvegin eftir steðgin økti Poul Kallsberg um munin til 2-0 eftir upplegg frá Jákupi Johansen.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Poul Kallsberg hattrikkið. Uppleggið átti Stefan Radosavljevic, sum seinastu ferðirnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu.

 

-Í løtum gongur spælið væl, og tað gongur rætta vegin, hóast vit ikki enn hava rokkið tað, sum vit í fjør avrikaðu. Men vit eru hugaligir, og tað kemur væl við, at onkrir, sum hava verið skaddir, aftur eru tøkir, sigur Poul Kallsberg í samrøðu við Árna Gregersen í FM1 útvarpinum.

 

Atli Gregersen var í dag aftur í miðverjuni hjá Víkingi eftir skaðasteðg, og har var hann saman við Arnbjørn Svensson, sum er komin fyri seg eftir skaðasteðg í fleiri vikur.

 

Teit Hjelm varð skiftur inn í álopið hjá FC Suðuroy, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Í síðsta minutti minkaði hann um munin til 3-1. Eyðsýndi Salmundur Bech átti uppleggið úr høgru. Hetta var annað málið í ár hjá Teiti Hjelm.

 

FC Suðuroy var ongantíð niðurspælt. Sum so mangan fyrr í ár var grundspælið gott í løtum, og málmøguleikarnir vóru fleiri í dag, enn teir hava verið ofta fyrr í ár.

 

 

 

Víkingur – FC Suðuroy 3-1 (1-0)

 

1-0: Poul Kallsberg

 

2-0: Poul Kallsberg

 

3-0: Poul Kallsberg

 

3-1: Teit Hjelm

 

Dómari: Høgni Madsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson (Jónatan Lervig, 37.) – Sølvi Vatnhamar, Árni Nóa Atlason – Stefan Radosavljevic, Poul Kallsberg, Olaf Bárðarson – Jákup Johansen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful  – Olaf Godtfred, Salmundur Bech – Pætur Augustinussen, Dánjal Godtfred, Fríði Holm – Olivur Renéson Thomsen