Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur og kimiligur í medferð og gongulagi. Góður vertskapsmaður og dugir væl at koma við onkrari skemtiligari søgu úr sínum hendingaríka lívi í Havn, í Suðuroy, ella hvaðani tað skuldi vera.
Poul Johannes sást ofta ferðamikil við mappu ella gerðabók undir hond. Hann hevur havt so mong álitisstørvini millum ár og dag. Fáur man hava verið kassameistari og granskoðari í so mongum feløgum sum hann. Og í nevndum. Serliga kemur mær til hugs Varðan, ungmannafelagið Merkið og Havnar Sjónleikarfelag. Tað vóru eisini mong mong onnur feløg.
Undir krígnum var hann saman við Pól í Mykinesi, Stig G. Rasmussen, Sverra Fon o.ø. í einum umrøðu- ella kjakfelagi. Haðani veit Poul Johannes onkra skemtiliga søgu at fortelja!
Varðanum tók Poul Johannes sær av í mong ár. Eg minnist tá aðalfundur plagdi at vera á loftinum á Landsbókasavninum. Hendi tað, at onkur óvæntað kom á fund umframt nevndina, so mátti Poul Johannes niðurundir at læna ein stól afturat.
Varðin hevur so víst tær nógv fyri at takka, Poul Johannes!
Og Sjónleikarhúsið ikki minst! Har legði tú at kalla alt, tú átti. Og eg hugsi ikki, at tú kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis góður við Sjónleikarfelagið, tað veit eg, og við sjónleikin. Tú hevur mangan glett okkum á palli og aftanfyri við. Tað var altíð stuttligt at arbeiða saman við tær. Eisini í Útvarpinum, tann tíð tað var.
Tað var ikki minni eitt bragd, at tú eisini prógvaði kynstur títt í hesum víðagitna Barbu-filminum!
Við hesm fáum orðum fari eg at takka tær, Poul Johannes, og ynskja tær alt gott!
Sverri Egholm
14. nov. 1997