Poul Michelsen vendir eyguni móti Fjareystri

Vil hjálpa føroyska vinnulívinum innum í Suðurkorea og Japan

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eru 1,3 milliónir krónur settar av í Uttanríkis- og Vinnumálum undir tí, ið kallast nýtt sendistovuvirksemi. Talan er um eina nýggja játtan á fíggjarlógini, og greiðir Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, frá, at játtanin skal brúkast til at hjálpa føroyska vinnulívinum inn á japanska og suðurkoreanska marknaðin.


- Peningurin skal fyrst og fremst brúkast til at meta um hvussu nógva orku vit skulu brúka upp á hesar nýggju marknaðirnar, og ynskja vit at staðfesta, um vit kunna stýra øllum frá Føroyum av ella muga hava umboðan har yvir, greiðir Poul Michelsen frá.


Landsstýrismaðurin var fyrr í ár á ferð saman við umboðum úr føroyska vinnulívinum í Kina, og sambært landsstýrismanninum er ætlanin at gera líknandi ferðir til Japan og Suðurkorea, men enn er óvist nær tað verður.


- Ætlanin er at gera nakrar vinnu- og samráðingarferðir til Japan og Suðurkorea, har Japan er fyrst á skránni. Men tað krevur fyrireikingar og kostnaðurin av tí kann leypa upp, sigur Poul Michelsen.


Sjálvur metir landsstýrismaðurin, at Japan og Suðurkorea eru tvey lond, ið eru áhugaverd fyri føroyska vinnulívið.


- Marknaðurin fyri føroyskar vørur er byrjaður av vaksa. Kanska ikki so nógv í Japan enn, men tað kemur, so tað er klárt, at tað má raðfestast. Men hetta eru lond við nógvum íbúgvum, ið eta nógvan fisk. So marknaðurin er har, sigur Poul Michelsen.