Powell skal royna semju

Amerikanski uttanríkisráðharrin fer at royna seg sum semingsmann í stríðnum millum India og Pakistan. Samstundis hevur pakistanski forsetin boðað frá einari sera týðandi røðu

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, hevur gjørt av at royna seg sum semingsmann í stríðnum millum India og Pakistan.
Powell hitti mikudagin indiska innanríkisráðharran, Lal Krishna Advani, í Washington. Hann greiddi hann indiska ráðharranum frá ætlanum sínum og amerikansku hugsjónunum, men tað var ikki líkt til, at Advani var stórvegis hugtikin av tí, hann fekk at vita.
Eftir fundin segði Advani, at pakistansku myndugleikarnir hava ikki gjørt nóg mikið fyri at loysa kreppuna. Hann nevndi m. a., at nógvir av teimum muslimsku yvirgangsmonnunum ganga framvegis leysir, hóast India hevur kravt, at teir verða tiknir. India metir teir víðgongdu muslimarnar í Kashmir sum yvirgangsmenn, meðan pakistanar vanliga rópa teir frælsisstríðsmenn.

Týðandi røða
Enn er ikki greitt, nær tað verður, men bæði í Pakistan, India og aðrastaðni bíða politikarar og onnur eftir einari røðu, sum pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, fer at halda. Røðan verður send beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi, og talsmaður forsetans hevur sagt, at forsetin fer at skjóta upp, hvussu endi skal fáast á yvirganginum í Kashmir.
Nakrir amerikanskir politikarar, sum hittu Musharaf fyrr í vikuni, siga, at røðan fer ikki einans at bøta um viðurskiftini millum Pakistan og India, men at hon eisini fer at broyta søgu Pakistans.
? Eftir at hava tosað við Musharaf eru vit vorðnir sannførdir um, at hann fer at beina fyri yvirganginum, og at Pakistan verður eitt annað samfelag enn í dag, segði ein av teimum amerikansku politikarunum, senatorurin John McCain.
Indiskir talsmenn hava váttað, at eisini í New Dehli bíða politikararnir í spenningi eftir røðuni hjá pakistanska forsetanum.