Prædikumaður ger um seg

Amerikanski prædikumaðurin Pat Robertson, sum er kendur fyri at vera sera bersøgin, hevur aftur gjørt vart við seg.

Nú vil hann vera við, at forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur givið yvirgangsmanninum Osama bin Laden pengar, so hann kann halda fram við sínum virksemi. Pat Robertson sigur, at talan er um eina millión dollarar, men hann vil ikki siga, hvør hevur sagt honum tað. Fyrr hevur prædikumaðurin mælt George W. Bush, forseta til at senda servandar hermenn til Venesuela at beina fyri Chavez.

Viðurskiftini ímillum venesuelsku stjórnina og USA eru spent, millum annað tí at USA sýtir fyri at útflýggja ein fyrrverandi CIA-mann, sum er skuldsettur fyri at hava sprongt eitt ferðamannaflogfar í luftina í áttatiárunum. Chavz leggur tí Bush undir at fjala yvirgangsmenn, samstundis sum USA sigur, at yvirgangsmenn skulu takast og revsast.