Human Rights Watch skrivar í einari drúgvari frágreiðing, at útlendsku herdeildirnar gjørdu alt ov lítið fyri at tryggja sær týðandi skjøl, sum vóru í ymsum skjalagoymslum hjá einaræðisstýrinum hjá Saddam Hussein. Harafturat verður víst á, at illir irakar gjørdu seg inn á fleiri hópgravir, uttan at teir útlendsku hermenninir royndu at forða tí.
-Úrslitið er, at vit hava mist týðandi upplýsingar, sigur Sarah Leah Wilson hjá Human Rights Watch við tíðindastovuna AP. Hon væntar, at hetta kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri tað komandi rættarmálið ímóti Saddam Hussein og næstu medarbeiðarum hansara.
Saddam Hussein er ákærdur fyri at hava givið herinum boð um at myrða fleiri túsund shiamuslimar og kurdar, tí teir gjørdu uppreistur ímóti stýri hansara undir Flógvakrígnum í 1991. Hann er eisini ákærdur fyri at hava beint fyri fleiri politiskum mótstøðumonnum, fyri at hava nýtt eiturgass ímóti kurdunum í býnum Halabja í 1998 og fyri at hava gjørt innrás í Kuwait í 1990. Ellivu av hansara heryvirmonnum eru eisini ákærdir.
Human Rights Watch sigur, at tað er umráðandi at tryggja tey prógv, sum eru eftir, og sum kunnu nýtast ímóti Saddam Hussein og monnum hansara.
-Øll prógv hava týdning fyri rættarmálið, og tað er umráðandi, at irakar fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir brotsverkini hjá einaræðisstýrinum, sigur Sarah Leah Wilson.