Príshækking hjá Strandferðsluni fer at merkjast

- Príshækkingarnar hjá Strandferðsluni fara at merkja ein meirkostnað upp á millum 50.000 og 100.000 krónur um árið fyri okkum, sigur Jógvan Høj, stjóri á virkjunum, Norðurfisk í Árnafirði og Norðfra í Norðdepli

Norðdepil:
Fiskavirkið Norðfra keypir meginpartin av fiskinum frá uppboðssøluni kring landið og meginparturin verður so avskipaður úr Runavík. Hetta merkir so samstundis eisini, at Strandferðslan spælir ein týðandi leiklut í teirra flutningsvirksemi, tá tað kemur til keyp og sølu. Og nú Strandferðslan hevur ætlanir um at hækka prísirnar við umleið 20 %, fer tað uttan iva at merkja vinnulívið. Jógvan Høj er stjóri á virkjunum Norðurfisk í Árnafirði og Norðfra í Norðdepli.
- Tað er sjálvandi ongantíð stuttligt at skula gjalda meira, men tað vita vit, at vit koma at gera, tá príshækkingin verður veruleiki, sigur Jógvan Høj. Hann leggur tó afturat, at tað týdningarmiklasta er, at virkini eru álítandi.
- Tað týdningarmiklasta er, at vit eru álítandi bæði yvir fyri okkara starvsfólki og okkara keyparum. Soleiðis, at starvsfólkið kann líta á, at fiskurin er har, tá tey koma til arbeiðis, og at vit levera til tíðina. Tað er av størri týdningi enn tað, at vit noyðast at gjalda meira fyri flutningin, sigur Jógvan, sum ikki væntar at flutningsstuðulin til virkini fer at hækka aftur fyri, um Strandferðslan hækkar sínar prísir.
- Tað er í øllum førum ikki nøkur gongd, sum týðir á tað, sigur stjórin á Norðfra og Norðurfisk.
Hann greiðir eisini frá, at tað frammanundan er ógjørligt hjá virkjunum norðanfyri Klaksvík at fáa bíligan flutning.
- Tann flutningsfyritøkan, sum vit nýta hevur ein bil, sum er gjørdur serliga til flutning norðanífrá. Tað kemst av tí, at bergholini eru so lág, at ein vanligur trailara ella ein vanlig bingja passa ikki ígjøgnum. Og tá bilar koma norður við kørum, tá hava teir einans tvey rað stáplaði upp á bilin ístaðin fyri trý, sum tað kundi latið seg gjørt, um bergholini vóru hægri, greiðir Jógvan Høj frá.
Norðurfisk keypir onkuntíð frá uppboðssøluni í Vági eisini, men stjórin væntar ikki, at tað at Strandferðslan niðurleggur túrin inn á Vág, fer at hava stóran týdning fyri virkini í norðanfyri.
- Teir hava ein fastan framferðarhátt, tá tað kemur til flutning millum Vág og Tvøroyri, tí teir selja jú allar dagar í Vági og ikki bara tann dagin, tá Smyril er har. So tað vænti eg ikki fer at merkjast hernorðuri hjá okkum, men tað kann gott vera, at suðuroyingar siga nakað annað, sigur Jógvan.
Sum er, fer fiskurin, sum skal til Evropa, við skipafelagnum, meðan restin, sum er tann størri parturin, verður fluttur til Runavíkar, har tað fer við einum skipi til USA.