Prístalið 2,6 og ikki 4,7 prosent

Bólkurin, sum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið settu at útrokna brúkaraprístali er komin fram til, at prísvøksturin í føroyska samfelagnum var ikki knøpp fimm prosent, sum Starvsmannafelagið vildi verða við

Bólkurin, sum varð settur at kanna prístalið er liðugur við arbeiði sítt, og hevur latið eina frágreiðing frá sær, og hon sigur í stuttum, at prísvøksturin í føroyska samfelagnum var 2,6 prosent í 1997 og 1998 og ikki 4,7 prosent, sum ført hevur verið fram í samráðingunum.

Orsøkin til at bólkurin varð settur var, at tá arbeiðssteðgurin varð lýstur segði Starvsmannafelagið, at teir ikki kundu góðtaka eina lønarhækking, sum lá undir prístalshækkingini. Eftir teirra útrokningum var prísvøksturin 4,7 prosent, og skuldi talan verða um at steðga einum reallønarfalli, so skuldi lønarvøksturin verða meiri enn hesi 4,7 prosent.

Fíggjarmálastýrið vísti hinvegin á, at prísvøksturin ikki var so høgur, sum Starvsmannafelagið vildi vera við og tí komu partarnir ásamt um at seta ein bólk at kanna prísvøksturin í føroyska samfelagnum.


Gomul tøl

Bólkurin, sumvar mannaður við Hermann Oskarson, Duritu Tausen og Bjarna Olsen, fekk eina uppgávu, sum ikki var so líka til at fara undir.

Fyri at finna fram til ein prísvøkstur er neyðugt at vekta tølini, soleiðis sum mett verður at tey innganga í føroyska húsarhaldi.

Henda nýtslusamanseting sigur hvussu stóran part hvørt einstakt húsarhald brúkar til matvørur, búli, skógvar og klæði, hita og ravmagn og til aðrar vørur.

Tølini, sum vórðu brúkt í 1975 vóru hesi: 42,2% til mat, 10,2 til klæðir, 10,5 til orku, 11 prosent til býli og 26,3 prosent til aðrar vørur.

Hetta metti arbeiðsbólkurin ikki verða rætt. Sammett við býtislutfalli í grannalondum okkara var uppbýti langt av leið. Taka vit Danmark sum dømi, so vístu somu bólkar heilt onnur tøl, ogh tí sá nendin seg noyddan at broyta vektingina av bólkunum, sum innganga í prístalsútrokningina.


Metingar og óvissa

Í frágreiðingini sigur arbeiðsbólkurin, at teimum kunnugt er eingin kanning gjørd av føroyska nýtlsumynstrinum, sum prógva hvussu samansetingin er í dag.

Tær broytingar sum gjørdar eru, eru tí gjørdar sum ein sammeting av íslendska, norska og danska brúkaramynstrinum.

Brúkarakanningarnar, sum eru gjørdar í hesum londum vísa heilt onnur tøl, enn okkara gamla nýtslusamanseting gjørdi, og arbeiðsbólkurin heldur, at okkara tøl liggja nærri tølunum í grannalondum okkara enn teimum gomlu tølunum.

Verða prísvøksturin í Føroyum roknaður eftir nýtslumynstrinum í grannalondum okkara, so var prísvøksturin 2,2 prosent. Tí heldur arbeiðsbólkurin ikki, at nýtslumynstrið, sum varð brúkt í 1975 kann brúkast í dag.

Tað er teirra meting, at nýtslumynstrið í Føroyum líkist meira tí í grannalondum okkara, og tí hevur nevndin broytt tølini tilsvarandi.


Hildið fast

við frávikini

Tá brúkarakanningin varð gjørd fyrst í 70-unum kom fram, at føroyingar brúka størri part av inntøkum sínum til matvørur. Hetta heldur nevndin framvegis verða galdandi.

Býlisparturin er settur sum eitt miðaltal av býliskostnaðinum í grannalondum okkara, meðan orka og klæðir og býli verða mett nakað hægri enn í grannalondum okkara.

Við hesum metingum sum grundarlag sigur arbeiðsbólkurin, at vit brúka 25 prosent til matvørur, 7 prosent til klæði, 8 til orku, 18 prosent til býli og 42 prosent til aðrar vørur.

Við hesum metingum sum grundarlag hevur arbeiðsbólkurin roknað seg fram til, at prísvøksturin í føroyska samfelagnum var 2,6 prosent, og ikki 4,7 prosent.

Arbeiðsbólkurin staðfestir við teimum broytingum, sum eru gjørdar, at tað er stór óviss um vektirnar í útrokningini.

Harafturat staðfestir arbeiðsbólkurin, at tað serstakliga í bólkinum býli og aðrar vørur eru prísir, sum ikki eru umboðaðir í prístalinum.

Hetta ger óvissuna um rættleikan av prísvøkstrinum so stóra, at Starvsmannafelagið sigur, at teir ikki kunnu brúka útrokningina til nakað sum helst