Nýggja tilboðið hjá Vágatunlinum við ársgjaldinum fer óivað at gera, at mong fara at velja at koyra við egnum bili heldur enn bussi. Hetta tí at mánaðarkortið við einum bussi kostar 1.200 krónur, meðan árshaldið hjá Vágatunlinum er áljóðandi 1.000 krónur um mánaðin.
Ein av teimum, sum ferðast dagliga millum Sørvág og Havnina er Hugin Skaalum, sum arbeiðir í Havn. Hann fer hvønn morgun við bussinum, og hann viðgongur, at tað verður sera freistandi at taka sín egna bil heldur enn bussin framyvir.
? At ferðast við bussi gevur eina ávísa hvíld aftur og fram, men tað gevur ikki tað sama frælsið, sum eins egni bilur, sigur Hugin.
Hann greiðir frá, at um hann til dømis má arbeiða yvir okkurt kvøldið, og klokkan fer fram við sjey, so má hann yvirnátta í Havn, tí tá er tann seinasti bussurin farin. Serliga í slíkum førum er tað ein stórur fyrimunur at hava sín egna bil.
? Hevði eg havt møguleikan fyri at tikið mín egna bil, so trúgvi eg, at eg hevði gjørt tað, sigur Hugin og leggur afturat, at tað fer hann at arbeiða fram ímóti frá nú av.
Bíðað longi
Hugin hevur saman við einum fýra ella fimm øðrum verið í einum pendlarabólki í eina tíð. Hesin bólkurin hevur roynt at gjørt sína ávirkan á príslagið í tunlinum. Men Hugin heldur kortini, at tað hevur tikið dekan ov langa tíð at koma so langt sum at veita brúkarunum eitt árshald.
? Men eg eri sjálvandi fegin um, at tað nú er komið, og hugskotið er frálíkt. Brúkarin kemur veruliga at kenna frælsið, sum fasta sambandið hevur við sær, sigur Hugin og leggur afturat, at hvør veit um ikki prísurin á árshaldinum eisini fer at lækka við tíðini.
? Tá verður tað uppaftur bíligari ? og kanska longu um eitt ár. Hvør veit, sigur Hugin Skaalum, sum tó er sannførdur um, at árshaldið fer at hava stóran týdning fyri øll, sum nýta tunnilin nógv.