Prísurin á fiski kundi verið munandi hægri

? Tað eru ikki bara tímalønirnar, sum beina fyri okkara kappingarførið. Eitt tað mest umráðandi er at fáa betri flutningssamband út í heim, sigur Leif Høj, fiskaseljari

Fiskaprísir

? Bóru føroyingar seg rætt at, kundi avreiðingarprísurin á fiski verið munandi hægri enn hann er nú.
Tað sigur Leif Høj, fiskaseljari á Fofish í Runavík.
Hann ásannar, at kappingarførið hjá føroysku fiskavirkjunum er ikki serliga gott.
Men hann staðfestir eisini, at tað er skeivt at geva tímalønunum alla skyldina fyri, at kappingarførið er so vánaligt.
? Tá ið tosað verður um kappingarførið, verður alt ov nógv hugsað um tímalønirnar. Sjálvsagt hava tær stóran týdning, men tær eru verri enn so øll orsøkin til, at vit hava so stórar trupulleikar.
Leif Høj heldur, at tað, sum eitt, sum hevur eina størstan týdningin fyri kappingarførinum, er, at vit fáa betri flutningsmøguleikar ímillum Føroyar og umheimin.

? Øll vita, at tað eru tey fesku fløkini, sum bera prísin og tí nyttar tað onki at koma á marknaðin við ov gomlum fiski, sigur fiskaseljarin í Runavík.
Hann vísir á, at fiskur, sum verður avskipaður í Føroyum mánadag, er ikki frammi á marknaðinum fyrrenn hósdag og fiskur, sum verður avskipaður hósdag, er ikki frammi, fyrrenn mánadag.
Fiskur, sum verður avreiddur týsdag, verður ikki frammi fyrrenn mánadagin.
? Á nógvum marknaðum kunnu vit sostatt bara levera eina ferð um vikuna. Hetta er er eisini galdandi fyri okkara høvuðsmarknað fyri upsa og kongafisk, sum er tann týski.
?Hetta er burtur úr vón og viti og er ein stórur bági fyri kappingarførið.
Leif Høj samanber støðuna í Føroyum við Ísland, har tað oftast ber til at hava tey fesku fløkini á marknaðinum 24 tímar ella 48 tímar eftir at hann er avreiddur.
? Hetta gevur íslendingum ein sera stóran kappingarfyrimun, tí keyparin er sinnaður at betala fleiri krónur eyka fyri kilo av teimum daggomlu fløkunum.
Sostatt staðfestir Leif Høj, at skulu vit tosa um at bøta um kappingarførið, nyttar lítið bara at hugsa um um proformasølurnar.
Hann heldur eisini, at fólk fyri ein stóran part hava misskilt støðuna, tí fiskurin verður allur boðin út í Føroyum áðrenn.
? Men bara at hugsa um hesar proformasølurnar, loysir ongan trupulleika. Tað fer ikki at føra til, at meiri fiskur fer at verða arbeiddur í Føroyum, tí virkini hava ikki ráð at keypa kortini.
Hann nevnir hýsuna sum eitt dømi.
? Hýsan er so smá, at tey føroysku virkini fáa ikki virkað hann. Tí fer hon aloftast av landinum. Tað sama er galdandi fyri ta smáu hýsuna. Hetta hevur onki við proformasølur at gera.

Betri flutning
Hann sigur, at eitt tað størsta framstigið fyri kappingarførið í Føroyum vildi verið at fingið so góðar flutningsmøguleikar, at tíðin frá tí, at fiskurin verður avreiddur, til hann er keyparanum í hendi, verður munandi stytt.
? Tí eiga møguleikarnir at verða kannaðir fyri at føroyingar kunnu útflyta fesk fløk við flogfari ella við skjóttgangandi skipi.
Hann heldur, at skuldi heldur onki verið í vegin fyri at bæði vinnan og landið voru við í eini slíkari ætlan, sum hevði til endamáls at tryggja okkum betri flutningsmøguleikar við umheimin.
? Hetta vildi verið eitt heilt avgerandi framstig fyri okkara kappingarførið.
At fiskurin er so gamal, áðrenn hann kemur á marknaðin, sæst týðiliga aftur á prísinum.
Leif Høj sigur, at hvat dygd viðvíkur, er hvør dagur á sjónum sum tríggir dagar á landi, tí tá ið fiskurin er avreiddur, versnar hann skjótt.
? Viðskiftafólkini krevja eisini meiri og meir, at fløkini er so fesk sum gjørligt og helst skal hann ikki vera meiri enn 48 tímar.
Leif Høj heldur, at føroyingar eiga nú at seta seg niður at finna fram til, hvussu vit kunnu leggja so til rættis, at tað ber til at hava fiskin á marknaðinum 48 tímar eftir, at hann er avreiddur.
Hann sigur, at hann kann væl ímynda sær, at hetta hevði ført við sær, at prísurin á flaki á marknaðinum hevði hækkað munandi.
Hann sigur eisini, at verður talan um at seta forboð fyri at flyta óvirkaðan fisk av landinum, verður tað at arbeiða eftir hæli.
? Tað er ongin loysn og tað fer eisini at føra til, at fiskaprísurin fer at vera trýstur niðureftir og tað tænir avgjørt ikki fiskiflotanum, sum longu nú hevur tað tungt.
? Veruleikin er eisini, at tað er fiskur, sum verður mest virðisøktur við at flyta hann heilan av landinum. Talan er eitt nú um smáa hýsu, tungu, reyðsprøku og annað, sum ikki kann virkast í Føroyum.
? Tí fáa vit mest burturúr hesum fiskasløgunum við at útflyta tey óvirkað av landinum.
? Tað, sum vit hava brúk fyri, er dynamikk á marknaðinum, sum ikki er til staðar í dag. Og tað fáa vit ikki við frystum vørum, har prísirnir eru avtalaðir langt frammaundan. Vit fáa bara dynamikk í við feskum vørum, har marknaðurin arbeiðir frá degi til dags.
? Tað er feski marknaðurin, sum skapar dynamikkin og tað er alt avgerðandi fyri framtíðini hjá fiskivinnuni.
? Grundgevingin fyri at útflyta óvirkaðan fisk, er, at hann skal vera so feskur sum tilberm, tá ið hann verður skorin og kemur á marknaðinum.
? Men í løtuni eru flutningsmøguleikarnir so vánaligir, at vit fáa ikki tey fesku fløkini nógv skjótt á marknaðin. Tí verður ikki meiri arbeitt í Føroyum, sigur fiskaseljarin.

Útlendingar til Føroya
Annars vísir Leif Høj á, at hóast kappingarførið ikki er tað besta, ber tað hóast alt eisini til at fáa útlendingar at avreiða í Føroyum av og á.
Soleiðis hevur týski trolarin, J. von Colln, avreitt eini 600 sentnarar í Havn hesa vikuna, sum ymisk virki í Føroyum hava keypt og sum sostatt allur verður arbeiddur í Føroyum.