Próvskjølini løgd fram

Mikudagin vórðu skjølini á málinum móti 33 ára gamla kroatanum løgd fram, tað, ið verður nevnt dokumentatión

Dokumenteringin av skjølunum í Pidda-málinum fór fram mikudagin og sigast má, at hetta ikki gjørdist so drúgt, sum roknast kundi við.
Tí hóast ákærin var gjølligur í síni framløgu, gekk tað kortini skjótt fyri seg.
Ein orsøk er helst, at fleiri av skjølunum longu eru løgd fram, og tí var rúgvan ikki so stór mikudagin.
Gingið var ígjøgnum kanningina av húsunum á Gerðisvegi 34, blóðspræn í húsunum og blóðslóðina frá sovirúminum, gjøgnum gongina, niður gjøgnum trappurnar og út í garasjuna.
Nýggjar myndir vórðu eisini vístar av einum plastposa og einum 6-pack við fimm øldunkum í. Bæði vóru sprænd ella klínd við blóði frá Pidda.
Eisini Skoda bilurin varð gjølliga kannaður og ákærin dokumenteraði, hvar í bilinum kriminalteknikararnir funnu blóð frá Pidda.
Eisini varð komið inn á, hvussu nummarpláturnar høvdu verið tiknar av bilinum og at blóð frá Pidda varð funnið aftan fyri bak nummarplátuna.
Ákærin gav soleiðis eina ábending um, at nummarplátan kundi verið skift til eitthvørt ávíst høvi. So sum at flyta Pidda.

Pannan víst í rættinum
Eisini húsini á Nesvegi 73, har ákærdi búði, vórðu sjálvandi rannsakað. Eisini har var blóð funnið, ikki minst í dýnuvørðinum við dýnu, kodda, laki og ikki minst steikipannuni og skaftinum, sum ákæruvaldið heldur, at ákærdi hevur nýtt, tá hann drap Pidda.
Tað serliga við hesari pannuni er, at meðan sjálv pannan og skaftið vórðu funnin á Nesvegi 73, var millum stykkið, ið festi pannuna og skaftið saman, funnið í sovikamarinum hjá Pidda á Gerðisvegi.
Og fyri fyrstu ferð fingu nevningarnir og dómarar loyvi at síggja tað, sum ákæruvaldið metir er drápsamboðið. Nevningarnir sluppu eisini at føla tyngdina av einari pannu, ikki drápsvápninum, men einari líknandi pannu, sum ákæruvaldið hevði funnið í køkinum á politistøðini!
Diameturin á báðum pannunum var so at siga hin sami, og tað vóru bert 54 gramm á muni á tyngdini, sum lá oman fyri 1,1 kilo.
Ákæruvaldið dokumenteraði, at blóð av Pidda varð funnið bæði á sjálvari pannuni og á millumstykkinum, meðan einki blóð, men kortini dna av Pidda varð funnið á skaftinum.
Ikki var møguligt at staðfesta, um dna frá ákærda var á skaftinum.