Eftir ein landsliðssteðg rullar bólturin aftur í ensku Premier Leagur í dag. Manchester United, Chelsea, Arsenal, Tottenham og Liverpool skulu í eldin.
Fyrsti dysturin í dag verður á Upton Park í London, har West Ham tekur móti Manchester United. Fyrsta tapið hjá Manchetser United í ár kom á Upton Park, tá West Ham vann heili 4-0 í Carling Cup. Hinvegin, so vann Manchester United 4-0 tá liðini hittust í Premier League í fjør. Fyri Manchetser United er liðskiparin, Nemanja Vidic, við at verða klárur aftur og spælur helst. West Ham stríðist í botninum, men hevur seinastu vikurnar staðið seg væl. Teir hava ikki tapt í Premier League síðani 6. feburar. Manchester United liggur fimm stig fremst.
Við trimum sigrum á rað, móti millum annað Manchester United og Manchester City, ger Chelsea eina seinastu roynd at bjóða av í gullstríðnum. Chelsea venjarin, Carlo Ancelotti, er kosin til ?Manager of the Month? fyri mars mánaði, meðan Chelsea miðverjin, David Luiz, er kosin til ?Player of the Month.? Chelsea hevur vunnið allar fimm dystirnar móti Stoke, sum liðini hava spælt í Premier League. Fernando Torres hevur ikki skorað í skjótt 500 minuttir fyri Chelsea, so er spurningurin um tað var í dag?
Arsenal fær vitjan av Blackburn, sum av álvara nærkast botninum. Avgerðin hjá nýggju eigarunum at geva Sam Allyerdyce sparkið fall ikki í góða jørð og liðið hevur nú ikki vunnið í tveir mánaðir. Arsenal hevur vunnið tveir teir seinastu heimadystirnar móti Blackburn 6-2. Í báðum førum kom Blackburn á odda. Faktist so hevur Arsenal vunnið teir seinastu sjey dystirnar móti Blackburn á heimavølli. Arsenal er einasta liðið í Premier League, sum ikki hevur tapt síðani ársskiftið.
Tottenham er á vitjan hjá Wigan, sum vann fyrra dystin í ár 1-0. Tottenham hevur nógv um oyrini fyri tíðina, tí teir skulu týskvøldið spæla fjórðingsfinalu í Champions League móti Real Madrid. Gareth Bale, sum hevur verið stóra stjørnan á liðnum í ár saman við Rafael van der Vaart, verður spardur í dag.
Liverpool skal á útivølli spæla móti West Bromwich Albion, sum hevur fyrrverandi Liverpool venjarin, Roy Hodgson, við róðrið. Liverpool hevur staðið seg væl síðani Kenny Dalglish kom til. Luis Suarez og Steven Gerrard eru ivasamir til dystin. Luis Suarez fekk ein skaða í sigrinum móti Sunderland, meðan Steven Gerrard hevur verið undir skurð. Søgan sigur, at Liverpool vinnur dystin. Liverpool hevur vunnið hvørja ferð liðini hava spælt í Premier League. Tilsamans hevur Liverpool vunnið teir níggju dystirnar 25-0.
Premier League statstikkur(Sky Sports):
Seinasta umfarð vóru 24 mál skotin og bara Stoke megnaði at skora meir enn tvey mál. Heili sjey lið megnaðu als ikki at skora. Eitt av teimum er Sunderland, sum ikki hevur skorað í heili 349 minuttir.
Tá Charlie Adam legði Blackpool á odda móti Blackurn fyri viku síðan, varð tað mál nummar 800, ið er skotið í Premier League hetta kappingarárið. Við málinum móti Everton seinasta vikuskiftið, er Clint Dempsey fyrsti amerikumaðurin, ið hevur megnað at skotið tíggju mál í einum kappingarárið í Premier League.
Premier League dystir í dag:
West Ham ? Manchester United (12:45)
Birmingham ? Bolton (15:00)
Everton ? Aston Villa (15:00)
Newcastle ? Wolves (15:00)
Stoke ? Chelsea (15:00)
WBA ? Liverpool (15:00)
Wigan ? Tottenham (15:00)
Arsenal ? Blackburn (17:30)