Klokkan 23 í kvøld lat flytingarvindeygað aftur og samanlagt hava Premier League feløgini brúkt næstan 2 milliardir krónur upp á leikarar. Chelsea og Liverpool eina meginpartin av teimum tveimum milliardinum. Chelsea hevur keypt Fernando Torres fyri 440 milliónir krónur og David Liuz fyri uml 200 milliónir krónur frá Benfica. Chelsea hevur leigað Daniel Sturridge út til Bolton
Liverpool hevur keypt Luis Suarez fyri 190 milliónir frá Ajax og Andy Carroll fyri 305 milliónir frá Newcastle. Liverpool hevur eisini leigað Paul Konchensky út til Nottingham Forrest. Newcastle hevur tryggja sær Stephen Ireland á lán fyri restina av kappingarárinum.
Fulham hevur leigað íslendingin, Eidur Smári Gudjohnsen, frá Stoke og Birmingham hevur leigað Obafeme Martins frá Ruben Kazan.