– Føroyaprent hevur keypt ein Anapurna flatbedprintara til stórprent. Hetta er ein ein hybridprintari, ið kann printa á so at siga alt, upp til eina tjúgd upp á 45 millimetrar. Tað er eisini gjørligt at koyra rullu til rullu.
Soleiðis greiðir Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent, frá, tá vit fregnast um hesa nýggju prentmaskinu, sum er so framkomin, at hon kann prenta upp á at kalla alt.
Jon Hestoy greiðir frá, at við hesum slepst púra undan at nýta plastikk, tá stór skelti ella líknandi verða prentað, tí tað verður prentað beinleiðis á plátuna. Higartil hava skelti verið gjørd á tann hátt, at tað hevur verið prentað á eina plastfoliu, sum síðan hevur verið klistrað á til dømis eina plátu.
– Nógvir kundar hava spurt, um tað ikki er gjørligt at sleppa undan plastikk í stórprenti, greiðir Jon Hestoy frá.
– Vanliga prenta vit á eitt sjálvklistrandi plastik, ið verður laminerað við plastik, og so verður hetta klistrað á eina plastikplátu. So har er nógv plastik í einari slíkari framleiðslu, sigur stjórin á Føroyaprent.
Við nýggja Anapurnaprintarinum kunnu tey til dømis printa beinleiðis á eina mdf, ella krossfinerplátu.
– Liturin, ið prentað verður við, er, ein UV-litur, ið verður turkaður við UV-ljósið, soleiðis at hann er turrur beinanvegin. Tá UV-liturin er turrur, hevur hann so at siga einki umhvørvisárin. So samanumtikið hava vit nú møguleika at framleiða eitt skelti við lítlum umhvørvisárini, greiðir Jon Hestoy frá.
Hann sigur, at saman við Sund cnc-skeriborðinum kunnu tey taka tær prentaðu pláturnar beint yvir á skeriborðið og skera tey í øll møgulig skap.
Føroyaprent er størsta prentsmiðjan í Føroyum við útgerð innan prepress, digitalprent, arkprent, stórprenti og bókbinding. Ein stórur partur av virkseminum á Føroyaprent er skelti, bannarar, plakatir í stórum støddum og alt innan deko.
Á Føroyaprent arbeiða um 25 sera starvsfólk.
– Seinnu árini hevur Føroyaprent brúkt slagorðini: Skelti, Prent, Pappír, trý orð, ið taka saman um okkara kjarnuvirksemi, sigur Jon Hestoy.
Tað nýggja slagorðið, tey brúka, er »Prentað í Føroyum!«
Við nýggja flatprentaranum hjá Føroyaprent kunnu tey bjóða nógvar nýggjar tænastu. Eitt er at prenta myndir á lørift. Um tú vilt hava fotomyndir av børnum tínum á veggin, so kunnu tey leggja lørift á rammu í prentaran, og so fært tú júst tað myndina á løriftið, sum tú ynskir tær. Hetta verður helst ein tænasta, sum tey fara at bjóða. Men tað verður helst við eini longri veitingartí, til dømis 14 dagar, tí tá mugu tey savna fleiri uppgávur saman. Helst verður maskina meira brúkt til vinnulig endamál.
Og fyri framman stendur eitt fólkatingsval, og tá val er hava prenstmiðjurnar vanliga úr at gera. Og til tað er Jon Hestoy sera spentur, tí nú kunnu tey bjóða flokkum valplakatir uttan plastikk, tí nú kann prentast beinleiðis á tær plátur, sum verða brúktar til valplakatir. Ein lættari og einfaldari framleiðsla, sum eisni er munandi nátturðuvinarlig.
Tað ber eisini til hjá fólki, sum til dømis vilja hava eina mynd, sum fyllir ein heilan vegg í stovuni, ella hvar tað skal vera, so ber til at prenta plátur, sum kunnu setast saman til ein heilan vegg.