Prestafrúufelag stovnað

Eitt prestafrúufelag verður nú stovnað. Felagið skal taka sær av ymsum sosialum tiltøkum, sum hoyra til Fólkakirkjuna. Slík feløg eru vanlig í øðrum londum, eitt nú í Danmark og Noreg

Felagslív
Vágar: Fyrr var prestagarðurin líkasum eitt sosialt samlingsstað í sóknini. Aðrastaðni, eitt nú í Danmark, hava tey sóknargaðrar í samband við kirkjurnar.
?Vit hava leingi hildið ein ávísan tørv verið á slíkum arbeiði, sum hoyrir tí, sum heft er at krkjuni til, og tí er hett stigið nú tikið. Vanliga hava tað verið prestafrúurnar, sum hava staðið fyri slíkum tiltøkum, og tað fer tað eisini at verða her hjá okkum, sigur ein av fyrireikarunum av nýggja felagnum, Marjus Dam.
Fólkakirkjan hevur mangan verið løgd undir at verið konservativ. Og at eitt nú kvinnurnar hava verið settar uttan fyri ávirkan, verður viðhvørt ført fram. Um hetta eisini ger seg galdandi í Prestafrúufelagnum, er ilt at siga, men tað stuttliga við hesum felag er, at nevndin er bara mannað við monnum. »Manligum prestafrúum.«
Á fyrireikandi fundinum, sum var um vikuskfitið, vóru Kári Bæk, sum er maður Marjun Bæk prest í Kvívík, Holger Arnbjerg, sum er maður Sonju Klein prest í Havn, og Marjus Dam, sum er maður Ingu Poulsen Dam, prest í Norðurstreymoy og Vágum, valdir í fyrireikingarnevndina. Javnstøða ella ikki. Marjus Dam varð valdur til formann.
Hann sigur við Sosialin, at hann í løtuni hevur farloyvi úr Løgtinginum júst fyri at fáa betri tíð til hetta nýggja felagið, sum hann metir tørv hava verið á í longri tíð.
Marju Dam sigur, at arbeit hevur verið í tí stilla við hesum nýggja felagnum, men nú er komið so mikið áleiðis, at felagið verður stovnað á fundi í prestagarðinum á Eiði. Fundurin verður klokkan átta í kvøld tann 1. apríl