Prestar skulu ikki taka í hond á fólki

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, hevur sent skriv til allar prestarnar, har hann heitir á teir, at kunna kirkjufólkið um, at vegna vandan við coronavirus, fara prestar ikki at taka í hond á fólki, sum teir annars eru vanir við

– Nú coronavirus er staðfest í Føroyum, verður mælt til, at prestur og kirkjufólk ikki taka í hondina á hvørjum øðrum eftir gudstænastuna, sum annars er vøkur og gomul føroysk heilsan, sigur Jógvan Fríðriksson.

Tað var mikudagin, at biskupur tók avgerð um hetta. Hann hevur eisini tosað við Føroya Stiftstjórn um hetta, áðrenn avgerðin varð tikin.

– Málið um coronavirus er komið tætt til okkara, og vit hoyra eisini um, at har nógv fólk koma saman, er vandi fyri at smitta kann breiða seg. Eg haldi ikki, at vit hava havt eitt tílíkt mál fyri áður í kirkjuni, men vit hava valt at vera fyrivarin. Eg vil ikki skapa ótta millum fólk, men á hinari síðuni mugu vit taka støðuna í álvara, sigur biskupur.

Skóna kirkjufólkið

Hann vísir á, at tað kunnu vera upp móti 5.000 fólkum, sum fara í kirkju ein sunnudag.

– Tað er ikki fyri at skóna prestarnar, men heldur at ansa eftir, og vónandi kunnu vit skóna okkurt av kirkjufólkunum, sigur Jógvan Fríðriksson.

Bispur leggur dent á, at hetta átakið verður gjørt fyri at verja fólk.

– Prestur kemur tætt upp á fólk, og sagt verður, at hendurnar eisini kunnu vera keldu til smittu, og sum prestar taka vit í hondina, eg vil næstan siga, á Gudi og hvørjum manni. Um vit skulu taka í hondini á fólki, so skulu vit taka í hondini á øllum ella ongum. Frá nú av og nakað fram verður tað av ongum. Tað vóni eg, at kirkjufólkið eisini við skilja, sigur Jógvan Fríðriksson.