Prestastríð og bíbliutulking

NÓGV stríð hevur verið í seinastini um kvinnuligar prestar. Alment orðaskifti hevur tikið seg upp um hetta eitt nú her í blaðnum, og nú tók so eisini Útvarpið um endan. Eitt úrslit av hesum var Fimmarin herfyri. Nú er tað so, at í fólkakirkjuni krevst prestlæra fyri at gerast prestur. Prestur hevur altíð verið høgt í metum í Føroyum. Og framvegis man tað vera so, at prestar eru av best lærdu fólkum her í landinum.

NÓGV stríð hevur verið í seinastini um kvinnuligar prestar. Alment orðaskifti hevur tikið seg upp um hetta eitt nú her í blaðnum, og nú tók so eisini Útvarpið um endan. Eitt úrslit av hesum var Fimmarin herfyri. Nú er tað so, at í fólkakirkjuni krevst prestlæra fyri at gerast prestur. Prestur hevur altíð verið høgt í metum í Føroyum. Og framvegis man tað vera so, at prestar eru av best lærdu fólkum her í landinum. Bispur, ið stendur á odda fyri hesum vællærdu fólkum, man tí helst eisini teljast millum mest bíbliukønar føroyingar.Tá ið bispur og meirilutin av føroyskum prestum taka undir við kvinnuligum prestum, so eiga vit at fyrihalda okkum til tað. Hetta eru hóast alt teir bíbliukønu, ið her tala. Um so var, at hvør Hanus og Janus kundi gingið og definerað Guds orð ella ranglæru sum teimum lysti, samstundis sum tey blakaðu bíbliuørindi eftir hvørjum øðrum, so var neyvan tørvur á nøkrum presti. Tað er hóast alt ein meining við, at prestar lesa til prest í so nógv ár. Bispur og meirilutin av Føroya prestum máttu eisini havt hampuligt skil fyri at meta um lestrarbøkur.


TAÐ er ikki uppbyggandi fyri nakað kirkjulið, at fólk taka sær einarætt uppá at definera Guds orð. Bispur og meirilutin av Føroya prestum máttu, innan fólkakirkjuna, havt meira skil fyri at definera Guds orð enn onkur vanligur persónur, ið ivaleyst í bestu meining, av sínum eintingum trúboðar og annars er virkin innan fólkakirkjuna. Um vit líta aftur um bak, so skulu vit ikki so langt aftur í tíðina fyri at síggja, at tær somu kreftir, ið nú gera rumbul burturúr kvinnuligum prestum, søgdu, at tað var synd at læra ungar dreingir at spæla fótbólt - at dansa føroyskan dans, at fara í biograf osfr - tí hetta var ikki í tráð við Bíbliuna. Í dag vilja fólk ivaleyst flenna at hesum, men hettar var eitt álvarsmál fyri ein prest serliga í einari føroyskari bygd fyri ikki so nógvum árum síðani. Líta vit longur afturum bak, síggja vit, at kirkjusøgan hevur sett ljót spor í heimssøguni. Fólk eru blivin brend á báli, hongd og pínd í Guds navni. Orsøkin var mannaskapt hatur og sjálvrættvísi. Spurningurin til okkum, ið liva í dag, er: hvat høvdu vit gjørt, um spanska inkvisitiónin gekk fyri seg í dag? Høvdu vit verið ímillum tey fremstu við kyndlinum í hond til reiðar at brenna syndarar og gívrar, ella høvdu vit sæð ørskapin í tí sum hendi? Tað er ikki gott, um kílar verða settir í fólkakirkjuna. Danskt orðatak sigur »skomager bliv ved din læst«. Á sama hátt sum ein prestur neyvan fer at fortelja einum maskinmanni hvussu maskinan skal smyrjast, so mátti tað verið trupult hjá fólki innan fólkakirkjuna at leggja eftir bispi og meirilutanum av føroyskum prestum og fortalt teimum, hvussu Bíblian eigur at tulkast. At prestar kjakast innahýsis er øðrvísi, tí hesir hava hóast alt allir sama støði at byggja á. Vónandi sissa fólk seg, og loysa hetta mál í sátt og semju, við virðing fyri hvørjum øðrum. Farisearamentalitetur, ið byggir á menniskjaligt sjálvsrættvísi og trongd til at seta seg sjálvan høgt, er neyvan nøkur gongd leið.