Prestur fagnar G!

Í lesarabrævi í dagsins blað fagnar Mogens Tilsted Christensen fagnar G! Festivalinum og sigur hann, at tiltakið í Gøtu um vikuskiftið er eitt fyrstafloks dømi fyri verðsliga ungdómin

Í prædiku síni um vikuskiftið, umrøddi presturin í Norðstreymoyar prestagjaldi, Mogens Tilsted Christensen G! Festivalin, har hann rósti og fagnaði festivalinum, sum tá illa nokk var av.

Í lesarabrævi í dagsins blað, tekur Mogens Tilsted Christensen tráðin uppaftur úr prædiku sínari og heldur áfram við fagnaðinum av G! Festivalinum. Hann samanber G! Festivalin við stóra festivalin í Danmark, Roskilde Festivalin, og fegnast um, at hesir báðir ikki líkjast.

»Rockfestivalen (t.e. Roskilde Festivalurin, blðm.) er ikke noget godt eksempel på for Færøernes ungdom, der netop lige har afholdt sit eget store og vellykkede G-festival. Tillykke med dette arrangement, der på ingen måde ligner Roskilde druk- og hor-festival«, skrivar Mogens Tilsted Christensen millum annað í lesarabrævinum sínum, sum kann lesast í fullari longd á blaðsíðu 13 dagsins blað undir heitinum »G-festival og alkoholens forbandelser!«


G! er best

Mogens Tilsted Christensen sigur eisini, at G! Festivalurin átti av røttum at ligið sum nummar eitt á einum lista av vælfyriskipaðum tiltøkum.

»Den burde være en førsteplads som nr. 1. Den afholdte festival var et præ-eksemple for den verdslige ungdom, og dem skal der nu engang også være noget for og være plads til«, skrivar presturin í Norðstreymoyar prestagjaldi, og vísir til løgregluna, sum hevði millum lítið og einki at gera dagarnar, G! Festivalurin vardi.

Fyrsta plássið, sum Mogens Tilsted Christensen sipar til, og sum G! Festivalurin eftir hansara tykki átti at fingið, er á einum lista, sum tónleikablaðið IQ hevur gjørt. IQ er eitt blað hjá ILMC, sum er stytting fyri International Live Music Conference, og ber tað orð fyri at vera ein av týdningarmestu altjóða tónleikavinnufelagskapunum.

Tað er sjálvur blaðstjórin, Greg Parmley, sum hevur skrivað greinina, og á einum lista yvir bestu festivalarnar í Evropa kemur G! Festivalurin inn á eitt annað pláss.

Nummar eitt gjørdist Roskilde Festivalurin, sum sambært Mogens Tilsted Christensen er ein drukk- og hor-festivalur, og sostatt ikki ein góð fyrimynd fyri føroyskan ungdóm.