1. partur
----
Tað eru nógvar áhugaverdar frásagnir og samrøður, sum hava verið í útvarpinum gjøgnum tíðirnar.
Men fyri, at tær skula kunna koma til fulla nyttu fyri eftirtíðina er tað av týdningi, at tær eisini finnast á prenti. Hetta er eisini fyri ein stóran part gjørt við bókunum hjá Niels Juel og Jógvan Arge.
Men tað er nógv av hesum tilfari, sum framvegis ikki er á prenti. Tað kundi eisini verið upplagt hjá eftirkomarum at skriva upptøkurnar av. Hetta kundi eisini verið ein spennandi uppgáva hjá næmingum í lærigreinini søgu.
Ein av hesum upptøkum er grundarlagið fyri hesa og komandi Miðviku.
Elias Johansen við Rættará hevði í 1959 í útvarpinum eina samrøðu við Andreas Petersen úr Oyndarfirði. Hann var royndur sjómaður og var til sjós í 50 ár. Hann hevði upplivað eitt sjólív, sum er so ólíkt tí í dag, sum tað kann vera . Vit eldru skilja tað illa og tey ungu als ikki.
Abbasonur Andreas, Harald Petersen í Klaksvík, hevur skrivað hesa samrøðu av, og verður hon við nøkrum snøggingum endurgivin her.
Andreas var ættaður úr Hoygarðshúsi í Oyndarfirði. Pápin var Peter Petersen (1852-1908), sum var úr Funningi, men sum vaks upp í Oyndarfirði. Mamman var Anna Sofía Dahl av Breyt (1855-1952).
Andreas var tað fimta av sjey systkjum. Yngstur var Poul (1898-1972). Hann giftist til Fuglafjarðar. Hann var kendur skipari og var kendur sum Hoygarðs Poul. Ein sonur hansara var tann kendi presturin, Peter Andrew Petersen.
Andreas (1887-1971) giftist við Malenu Clementsen (1888-1964). Tey fingu 8 børn:
Peter Ernst f. 1910
Edith Kathrina Mejnherta
f. 1913
Jens Pauli Erling f. 1915
Arne Sofus f. 1917
Ketty Paula f. 1920
Steingrim f. 1923
Asmund f. 1925
Eivind f. 1928
Eivind fylti tann 13. januar 85 ár. Hann er handilsmaðurin í Oyndarfirði. Hóast sín høga aldur, so er hann til arbeiðis hvønn dag. So tað er mergur í teimum gomlu.
Andreas greiðir frá:
Til Skotlands eftir skipi
Tá ið eg skal taka eitt fram, taki eg ein túr, sum vit høvdu frá Skotlandi og upp til Føroyar í 1920. Tað var um heystið í 1919, at vit vóru nakrir menn, ið tóku okkum saman um at keypa ein deksbát niðri í Skotlandi.
Eg fór sum ferðamaður niður til Aberdeen í Skotlandi við einum skipi, sum kallaðist Kristianna. Skiparin var Jóan Magnus Thomsen, Jóan Magnus har Niðri, kendur skipari í Syðrugøtu.
Tað var heldur ruskut veður beint inn at landi, tá ið vit komu inn móti Aberdeen, so tað var ikki útlit fyri at sleppa inn i havnina.
Vit koma so inn ímóti landi d og heysa flaggið eftir loðsi, sum var kravdur fyri at sleppa inn. Men tað kom ongin loðsur út. Vit lógu so allan dagin og flaggaðu, men ongin kom. So kom náttin, og vit máttu leggja eitt sindur út eftir fyri ikki at koma ov nær landi. Hetta var altíð ein vandi tá ið tíðini við berum seglum.
Tá ið so dagur kom aftur, bleiv siglt eitt sindur inn aftur, og so aftur at flagga. Vit blussaðu um náttina, men ongin loðsur kom.
Tá ið tað leið nakað út á dagin kom ein trolari út. Hann kom okkum so nær, at hann preiaði okkum. Hann segði, at vit fingu ongan loðs tann dagin, tí ongin bátur kom út sum veðrið var.
Skiparin kom til mín og spurdi, hvat ið eg meinti um at fara at sigla inn kortini. Eg helt, at tað vóru ikki góð líkindir. Eg hevði siglt við trolara á hesum leiðum, so eg kendi eitt sindur til forholdini. Hinir av manningini høvdu ikki verið har fyrr.
So segði skiparin, at hetta kom ikki at bera til at blíva við at liggja úti. Hann spurdi, um eg ikki vildi stýra skipinum inn? Jú, tað helt eg, tað skuldi eg gera, men eg tók onki ansvar av skipinum. “Nei, tað noyðist eg at taka”, segði hann, “tí eg eri mynstraður skipari.”
Ja, so bleiv prøvað. Tað bleiv hildið undan, og tað gekk gott. Tað var nógvur vindur, og tá ið vit komu inn móti pirunum, nú stóð brimið yvir teir báðar. Hetta var rættuliga óhugnaligt við berum seglum.
Aldan var stór, so tað var nær við at grunnbróta inni millum pirarnar. Men soleiðis gekk nú tað, og tað lukkaðist. Tá ið vit komu inn um, kom hesin vælsignaði loðsbátur út eftir. Hann fekk enda á okkum, og so var sloppið.
Hetta var so fyrsti partur av túrinum.
Síðan til Leith
Frá Aberdeen bleiv farið við toki til Leith, og síðan út til eitt pláss á norðara armi á Leithfjørðinum, sum eitur Anstruther, har hesin báturin bleiv keyptur.
Báturin var riggaður eftir teirra máta. Hetta var við stórum rásegli og ongan rigning. Teir sigldu bara upp á mastrina tá í tíðini. Hetta hóskaði ikki til okkara brúk.
Vit fingu ein mann at rigga okkum bátin um eftir føroyskum stíli.
Báturin var 69 føtur til longdar og tók eini 200 skippund. Hann var spískur í báðum endum. Tað komu fleiri líknandi bátar til Føroya. Hetta vóru sokallaðir sildabátar, tí teir høvdu verið nýttir til sildaveiðu.
Vit fingu so ein timburmann, sum hevði nakrar menn í arbeiði hjá sær, at rigga bátin til. Hann lovaði, at hetta skuldi taka ein mánað. Hetta var í oktober, so tað skuldi bara blivið út í november, áðrenn klárt var at kunna sigla heim.
Men maðurin var fyri at drekka, og tað illani, stak illani. Tað var sjáldan, at vit sóu mannin. Men hesir fýra menninir, sum hann hevði í arbeiði, vóru góðir menn. Trupulleikin var, at maðurin hevði tikið so nógv av øðrum arbeiði uppá seg, at okkara arbeiði bleiv bara sum eitt hjáputur hjá teimum. Tað var bara onkuntíð inn í millum, at ein og tveir menn kundu koma til okkara. So vit blivu liggjandi.
Tíðin gongur, og eg ilskaðist. Eg var heima hjá hesum manni við hvørt, men hann var sjáldan at hitta. So líður líka til jólar, og onki líður við arbeiðinum. Jóladag settu teir mastrina upp. Tað skuldi nógv kappast av, í minsta lagi 20 føtur. Mastrarnar, sum teir brúktu har, vóru so langar. Síðani skuldi masturin høggast, fyrst fýrakantað, so áttakantað, so tað bleiv eitt stórt arbeiðið.
Tá ið var komið út í februar bleiv tað liðugt.
Endiliga avstað og beint í illveður
Tann 8. februar fara vit út frá Anstruther, og tað bleiv sett segl inni í havnini.
Vindurin lá av útsynningi, so tað lá væl fyri at sleppa norð við landinum. Tað gekk gott í fyrstuni, hóast tað var ring ársins tíð. Vit sigla norður eftir, og vit komu so dagin eftir norð um Orknoyggjarnar.
Tá ið vit eru komnir 10-15 fjórðingar norð um Orknoyggjarnar, nú gekk vindurin meira upp í ein vestan, og tað var stormur.
Nú fór skipið at leka, og tað so illa, at vit kundu ikki sleppa pumpuni. Sum man plagar at taka til: Nú vóru góð ráð dýr. Hvat skuldi nú gerast? Hopleyst var at sigla, stormurin var blivin so nógvur. So bleiv vent við aftur fyri at sleppa inn í Orknoyggjunum.
Vit sigldu so suður aftur og koma inn um eina oyggj uttanfyri Kirkwall. Fýrur stendur á hesi oyggj. Nú liggur vindurin beint útav, og alt er í einum roki.
Teir søgdu okkum seinni í Kirkwall, at tað hevði ikki verið so nógvur vindur í meira enn hálvthundrað ár sum hetta kvøld og hesa nátt.
Hesa nátt lógu vit fýra mans og krússaðu inn eftir. Vit høvdu fingið eitt rep í stórseglið og høvdu tikið klyvarin. Eg royndi at stýra sum frægast. Vit høvdu fingið tvey rep í mesanin.
Soleiðis krússa vit inneftir. Nú var blivin kolasvørt nátt. Tað var av tí allar myrkasta, og so hendan grúiliga ódn.
Ókunnugir vóru vit eisini. Hinir umborð høvdu aldrin verið har fyrr. Eg hevði einaferð í ungum árum verði í Ellivíkini, sum liggur norðan fyri Kirkwall. Tað sá illani út, men vit máttu blíva við at krússa. Eg visti frá míni fyrru vitjan eitt einasta kennimerkið har um leiðir. Tað var eitt gamalt slott, sum stóð har í víkini.
Hetta slott var serliga stórt. Tað segðist, at tað hevði 365 verilsir, so hetta var eitt gott ýti. Sjálvt um tað var myrkt, so sást onkur ljósglæma í vindeygunum.
So bleiv ankrað, bæði akkerini vóru nýtt, og keturnar stóðu á tambi.
Tá ið tíðin var gingin nakað út á náttina stakk vindurin upp í útnyrðing norðan, so nú kom alt at standa á stýriborðs ketu. Stormurin var tann sami, og tað var alt í einum roki. Nú slitnar stýriborðs ketan, men bakborðsketan helt til alla lukku.
Endiliga kom dagur. Ongan høvdu vit bátin umborð, og vit fingu flaggið á stong, men tað kom ongin maður umborð. Har máttu vit so liggja tann dagin, og ein maður mátti alla tíðina standa og pumpa.
Dagin eftir var veðrið batnað. Tá kom bátur at borðið, og so fingu vit samband við land.
Eg bað um at fáa ein bát út at toga okkum inn. Eisini spurdi eg um beding, men har var ongin beding, so har gjørdist onki.
Eg roknaði so við at kunna tetta lekan, um vit fingu sett bátin á land. Vit sóu umleið, hvar ið lekin var. Hann var niðri í botninum, niðri við kjalarborðið frammi í lugarinum.
So kom ein bátur út og tók okkum inn í havnina. Vit settu so Pride of Fife upp við keiuni, har vit roknaðu við, at tað fór at fjarða so nógv, at vit fingu hann at standa turran, og vit kundu sleppa til lekan. Men tað vísti seg ikki at bera til. Alla tíðina máttu vit framvegis pumpa.
Eva Pother fór á land
Har lógu vit so í nakrar dagar, nú komu nakrir menn úr Suðuroy niður til at keypa skip, sum hoyrdi heima í Kirkwall. Tað var føstulávints leygardag, at teir fóru avstað við skipinum.
Skipið kallaðist Eva Pother, og skiparin var Mortan í Mýrini, hann var beiggi Palla í Mýrini.
Teir fara so út seinnapart leygardag og skuldu sigla skipið suður til Aberdeen til umrigging. Eva Pother hevði bara siglt við frakt, so teir skuldu gera nakað við skipið.
Men tá ið teir eru komnir nakað áleiðis, nú kemur um kvøldið ódn á teir av landsyninngi. Teir venda við aftur og sleppa sær inn aftur í Kirkwall. Men tað blívur so tjúkt í kavarokið, at teir sigldu skipið á land.
Vit vóru ikki allir komnir á føtur føstulávints sunnumorgun, nú rópar á dekkinum hjá okkum. Nú er tað skiparin á Evu Pother, og hann biður okkum vælsignaðar koma at hjálpa, tí teir høvdu siglt skipið á land.
Ein mátti verða eftir hjá okkum at pumpa, og hinir fóru. Skipið lá so stutt frá Kirkwall, at vit kundu ganga út hagar. Samtíðis fingu vit orðnaði fyri, at vit fingu ein sleipibát at royna at fáa tikið skipið út aftur.
Vit komu so út, og nú liggur skipið nærmast turt. Vit gingu so uppá skipið. Har gjørdist einki uttan, at vit kundu royna at fáa barlastina hjá teimum yvir borð. Hon var nøkur tons av sandi.
Vit hildu, at hetta var nokkso løgið føstlávintsunnudags arbeiði, at standa og lempa sand allan dagin! Men tað gjørdu vit so fyri at hjálpa tað sum vit kundu.
Jú, tá ið so flóðin kom aftur, eydnaðist at fáa skipið út aftur. Hesin togbáturin, sum lá uppankraður uttanfyri, fekk sett á og togað skipið leyst.
Eva Potter kom í øllum góðum til Føroya. Hon var bygd í 1878 og var 92 brt. Men hetta hevur neyvan verið eitt gott keyp, tí longu í 1924 var hon seld til Niels J. Mortensen til upphøggingar.
------
Komandi partur
Trupulleikarnir hjá Andreas vóru ikki av við hesum. Tað ringasta var eftir, nevniliga ferðin til Føroya.