Yevgeny Prigozhin á veg úr Russlandi til Hvítarusslands, har hann fær friðskjól Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Prigozjin hevur gjørt ljóðupptøku um uppreistur

Í einum 11 minuttir longum ljóðbroti sigur Prigozji, at uppreisturin »snúði seg um rættvísi«.

 

Yevgeny Prigozhin á veg úr Russlandi til Hvítarusslands, har hann fær friðskjól Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Leiðarin í Wagner-bólkinum, Jevgenij Prigozjin, sigur í dag í fyri fyrstu ferð eftir uppreisturin í Russlandi leygardagin, at hann vildi sleppa undan, at russiskt blóð fór at flóta.

– Vit vendu við, tí vit ikki vildu lata russiskt blóð renna, sigur hann.

Í einum 11 minuttir longum ljóðbroti sigur Prigozji víðari, at uppreisturin »snúði seg um rættvísi«.

Í fleiri ljóðbrotum sigur hann eisini, at Wagner bólkurin helt tað vera óheppið, at tey móttuskjóta ímóti russiskum flogførum og tyrlum, men at skotið varð eftir teimum uttan ávaring.

– Ferðin hjá okkum avdúkaði fleiri trygdartrupulleikar, sigur hann eisini í ljóðbrotinum, sum er lagt á sosiala miðilin Telegram.

/ritzau/Reuters

 

Yevgeny Prigozhin á veg úr Russlandi til Hvítarusslands, har hann fær friðskjól Mynd: Alexander Ermochenko/Reuters/Ritzau Scanpix