Leiðarin fyri privatu Wagner-herdeildunum, sum stríðast á russiskari síðu í Ukraina, Jevgenij Prigozjin, sigur, at myndugleikarnir í Moskva villleiða russiska fólkið um ukrainska offensivin, sum í eina tíð hevur verið í gongd.
Endamálið við álopunum hjá ukrainsku herdeildunum á russiska hersetingarvaldið er, at taka tey landaøki aftur, sum russar hava hertikið í Ukraina. Wagner-leiðarin vísir á ukrainsk framtøk á hermótinum millum stríðandi partarnar.
Russisku myndugleikarnir hava víst fram myndir av oyðiløgdum ukrainskum stríðsvognum og hernaðarakførum, og myndugleikarnir í Moskva halda upp á, at ukrainsku álopini í stóran mun eru miseydnað.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði í russiskum sjónvarpi dag, at steðgur er í ukrainsku framtøkunum, og hann vísti á, at ukrainski herurin hevur verið fyri stórum tapum á hermótinum.
- Ukraina hevur longu skilt, at teir hava ongan møguleika, segði russiski forsetin, sum kortini viðgekk, at ukrainski herurin framhaldandi hevur eitt álopskent potentiali, sum hann tók til.
Men, leiðarin fyri Wagner-herdeildirnar, Jevgenij Prigozjin, leggur russisku myndugleikar undir ikki at siga sannleikan um gongdina á hermótinum. Hann sigur, at russar missa landaøki til ukrainsku herdeildirnar.
- Teir villleiða russiska fólkið, sigur Wagner-leiðarin í einum ljóðboðum, sum eru almannakunngjørd av hansara talsfólkum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.